Sat og lurtaði eftir tíðindasendingini í Kringvarpinum á miðdegi, ein sending sum var óvanliga spennandi, Kringvarpið hevði ein journalist á staðnum, og komið var júst fram, at tingmanningin hjá Sambandsflokkinum ikki tók undir við fíggjarkarminum, ið teirra egni leiðari, Føroya Løgmaður, Kaj Leo Johannesen hevur forhandlað uppá pláss saman við Jóanesi Eidesgaard. Hetta uppskot, sum bert ein maður, løgmaður, hevur trúð uppá, og sum hesin sami Føroya Løgmaður hevur lagt alt sítt politiska trúvirði á. Fíggjarovastin Eidesgaard vísti á, at løgmaður hevði boðað honum frá, at Sambandsflokkurin stuðlaði uppskotinum.
Hetta var einki minnið enn ein bumba, og tá eg frætti, at Løgmaður var í tinginum, sat eg við spenningi, tí hvat fór ein løgmaður, ið enn ikki hevur stuðul í sínum egna flokki, at siga, tá kritiski journalisturin grillaði hann við spurningum, sum hvør lýgur tú, Magni Laksáfoss ella Jóanes Eidesgaard, hvussu kanst tú sita sum løgmaður fyri eina samgongu, sum ikki eingongd tín egni flokkur stuðlar? Freistin at finna semju um fíggjarkarm var úti leygardagin, er nøkur samgonga? Er tín roynd at halda lív á samgonguni ikki bara ein roynd at halda fast í tínum fína sessi, ja, allir spurningarnir, sum flugu gjøgnum høvdið hesa løtuna vóru ikki so rafineraðir, men hetta var jú beinleiðis vilt og ein søgulig støða, so ein amatørur sum eg kundi ikki vera so rafineraður, sum royndi og útbúni journalisturin fór at vera.
Eg segði við ein starvsfelaga, at var eg ráðgevi hjá løgmanni, so hevði eg biðið hann sloppið sær út tinginum áðrenn onkur miðil fekk fatur á honum, koyrt oman á Kongabrúnna og funnið ein bát sum kundi sigla hann langt vekk, tí eitt interview í hesari støðuni kundi bert hava tað avleiðing, at samgonga og løgmanssessur ruku.
So kom tann spennandi løtan, løgmaður hevði í berum bíttleika, ella kanska tí hann ikki slapp undan, latið journalistin fáa fatur á sær – Á dett skuffilsi – ístaðin fyri eitt søguligt interview fingu vit simpult mikrofonhaldarí, bíttar undanførslum um roknifeilir og tvætl, varð ikki møtt við nøkrum kritiskum spurningi, og journalisturin á flaggskipinum innan føroyskan tíðindaflutning, misti kanska størstu journalistisku løtuna í sínum lívi á gólvið.
Ofta verður spurt, hví vit hava so vánaligar politikarar, eg haldi høvuðsorsøkina vera, at okkara 4. Statsvald ikki avbjóðar teir, og vísir á teirra manglandi førleikar.
One thought on “Hvar var kritiski journalisturin?”