Ella kanska skuldi eg heldur sagt, illimenn búgva í Havn. Havnarbólkurin Synarchy spældi eina øgiliga ónda konsert í FLAGS-tjaldinum, her beint aftan á miðnátt, og her er ónt meint so jaligt sum tilber.
Tónleikurin hjá Synarchy er dómamálmur, ivaleyst tann illasti og óndasti tungmálmurin sum er. Hetta er ein tónleikagrein, ið eg ikki eri tann mest drivni serfrøðingurin í, men eg dugi at hoyra tá tað er gott, og Synarchy var gott.
Skal tó viðmerkjast at dómamálmur ikki er heilt nøktandi lýsing av Synarchy, sum eisini flirtrar við øðrum málmsgreinum, so sum deyðsmálm og ferðmálm.
Sum ummælari havi eg seinastu árini hoyrt flestu virknu føroysku bólkarnar upp til nógvar ferðir, men júst Synarchy havi eg bert hoyrt einaferð áður, tað var á einari ólavsøkukonsert í kommunuskúlagarðinum í Havn fyri eini fimm ella seks árum síðan. Lat tað verða sagt beinanvegin, at bólkurin er mentur ótrúliga nógv.
Frá at vera eitt sindur fesjuttir og inneftirvendir eru teir nú ein maskina, ið buldrar og rungar ógvisliga. Sjálvt tjaldið, ið hevur tað við at fáa bassin at runga spældi við. Tað riggaði bara.
Bassleikarin og teir báðir gittarleikararnir sóu út sum ein melduródn, tá teir stóðu har og sveiggjaðu hárið runt, meðan teir gandaðu ein ógvisligan vegg av ljóði fram – frálíkir tónleikarar allir sum ein. Sangarin er eisini vorðin ein ordiliga góður málmsangari. Serliga væl riggaði í nýggja lagnum “Sært tú meg”, har hann syngur á føroyskum.
Skal fingur setast á nakað, so er tað ljómborðini í fyrstu løgunum. Dómamálmur hevur ofta ljómborð, og so er eisini við Synarchy, í nógvum løgum riggaði hetta væl, og serliga í seinasta lagnum Mirror Miles riggaðu ljómborðini fullkomiliga saman við heildini og skaptu eina pompøsa, vakra og larmandi eind.
Í nøkrum av fyrstu løgunum riggaði verri. Einki var galið spælinum, men valið av ljóðum var eftir mínari metan dekan ov alternativt til hesa tónleikagreinina, ið krevur meira pompøs ljóð.
Hesin tónleikurin hevur ikki serliga breiðan málbólk, og tí var tað heldur ikki nógv fólk í teltinum, nøkur fá hundra, tá mest var. Men tey sum blivu verandi vóru ein blandaður skari: fyrst og fremst langhærdir dreingir í svørtum t-troyggjum og langhærdir og langskeggjuttur menn í leðurjakkum og so øll møgulig tilvildarlig fólk í øllum aldrum og útsjóndum. Men gomul sum ung blivu rørd av tónleikinum, og tað er tá, at tónleikur veruliga livur upp til sítt endamál.
Tað er deiligt at síggja, at Summarfestivalurin eisini letur tílík smøl nøvn spæla, serliga tá tey hava eina sovorðna dygd, sum Synarchy, tí júst hetta gevur fólki, ið vanliga ikki hoyrir tílíkan tónleik, upplivingar, ið tey neyvan vilja vera fyri uttan.
One thought on “Illimaður býr í Havn”