Shubidua og Summarfestivalurin passa sum fótur í hosu, tað var greitt á papírinum, og í kvøld er staðfest, at tað eisini heldur í praksis. Fólkakæri danski bólkurin savnaði heilt nógv fólk á Vágsbøi, og lagið var ordiliga gott.
Shubidua oystu í ríkt mát av stóra sangskattinum, og familjan Føroyar sang við løgini um Folkevognen, hvalin Valborg, Nylon Brando, Fed Rock, Den Røde Tråd og alt møguligt annað, fingu fjøldina við.
Shubidua hevur í allan mín uppvøkst átt eitt stórt pláss í føroyskum útvarpi, og hetta hoyrdist aftur, tí fólk sang við, svingaði við og hugnaði sær.
Lætt tilgeingiligi tónleikurin og stuttligu og vælskrivaðu stuttligu tekstirnir vóru framførdir av einum ordiliga vælspælandi bólki, og einum sum altíð væluppløgdum Michael Bundesen. Sum gjørdi Bundesen sítt til, fyri at fáa fólk við, hann fekk okkum at svinga við armunum, syngja halleluja, veipa og veitra. Og at enda við at bjóða ikki færri enn 10 føroyskum kvinnum á pallin.
Teir eru gamlir menn nú, men tað virkaði veruliga, sum um teir enn tíma líka væl, og góða lagið smittaði fjøldina.
Veðrið hevur ikki skikkað sær so væl í dag, og eitt sindur av sirmi var meðan Shubidua spældi, so tí var kanska eitt sindur trupult at droyma seg burtur til Costa Del Kalundborg við bólkinum, men vit kundu bara vóna, at globala upphitingin gevur bonus í morgin