Framførslan hjá Shu-bi-dua fekk Vágsbø væl við, men enn einaferð var tað ein føroyskur bólkur, ið veruliga fekk fjøldina upp á kók, tá Páll Finnur Páll prógvaðu, at teir framum nakran annan hoyra heima á Stóra Palli.
Heilt nógv fólk var samankomið á Vágsbøi, tá Páll Finnur Páll trinu á pallin klokkan hálvgum trý í nátt, fjøldin var sjálvandi nakað minnið, enn tá danska høvuðsnavnið spældi fýra tímar fyrr, nokk mest tí nógvar barnafamiljur vóru farnar heim í song, og lítil ivi man vera í, at fáir bólkar kundu savnað so nógv fólk so seint um náttina í Føroyum, og at neyvan nakar fær tey í betri lag enn Páll Finnur Páll.
Sjúrður Skaale hugleiddi, í sínari presentatión av bólkinum, um, at fyriskiparin av Summarfestivalinum Eyðun í Klakstein hevði givið bólkinum ein deyðadóm í sínum ummæli av fyrsta lagnum bólkurin gav út, “Blottarir í Havn” á fløguni Livandi tónleikur fyri átta árum síðan. Eg minnist væl ummælið, og eg var ikki ósamdur við Eyðuni. Men síðan tá hevur Páll Finnur Páll ferð eftir ferð prógvað sítt virði, og meðan allur Vágsbøur dandaði og sang við, stóð Eyðun ivaleyst onkunstaðni úti í náttini og svølgdi síni egnu orð.
Tað sum Frændur var fyri 80’ini vóru Páll Finnur Páll fyri 0’ini. Eingin kemur teimum til kníggjana, tá talan er um at spæla og skriva lætt svølgiligan góðsku popp á føroyskum máli, við tekstum sum eru viðkomandi og sum øll duga at syngja.
Frændur provokeraðu etableraðu makthavararnar við sínum vinstrahallu sangum og sangum um umhvørvi, men nógv er hent síðan tá, og hóast provokatiónirnar hjá Páll Finnur Páll kanska tykjast heldur nógv meira ekstremar, so eru tær líka viðkomandi við evnum sum siðamisbroti, heimleysum, samkyndum og eru harafturat skrivaðir á einum málsliga minst líka provokerandi máli.
Tað var ein øgiliga fantastisk løta, at standa har millum øll tey nógvu fólkini á Vágsbøi, sum av øllum hjarta sungu reglur sum: “Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær, gong hesa kærleiksleið við mær”.
Klæddir í reyðar skjúrtur og svartar buksir og við skálkinum bak oyra spældu hesir ungu menn, ið mynda Páll Finnur Páll eitt hitt fyri og annað eftir, og vit sungu við, um Goa Land, at fara oman í Mimir, um Rasputin, KÍ og Hanus, um gulldamuna á Skansanum, bumsarnar á Herberginum, grannan, í rumpuna, í rumpuna.. og at enda eisini um forelskaða sjónleikaran.
Stóra annleggið ljóðaði væl hesa løtuna, og Vágsbøur livdi við, trupult verður hjá øðrum bólkum at gera tað betur enn hetta, so nú liggur veruliga trýst á Westlife.