Let the dog drive home vinnur við nærri gjøgnumlurtan, men verður neyvan nakar varði á Yrkisleiðini hjá Teiti.
Øgiliga keðiligt fyrsta inntrykk, tær 2-3 fyrstu ferðirnar var inntrykkið, at hetta var ein elevator tónleikur, nokkso poleraður poppur, uttan at hava ordiliga góð løg. Teitur syngur pent, og eg helt ljóðmyndirnar vera í so poleraðar og keðiligar. Tvey løg bragdaðu tó: “God, I Have So Many Things To Tell You” har serliga Leonard Cohen kenda kórið og “You Never Leave LA” sum hevur nakrar poppkvalitetir, serliga í niðurlagnum.
Men fløgan er spakuliga blivin betur. Tað er sjálvandi torført, at fylgja einum meistaraverki sum “The singer” upp, og eg hevði nokk væntað, at tann eksperimenterandi tónin blevi tikin uppaftur.
Men á nógvan hátt tekur hendan útgávan tráin upp frá føroysku fløgunum “Sólin og Regnið” og “Káta Hornið”, í øllum førum tá tað kemur til lagsskriving, við tí meini eg eisini, at løgini kanska ikki eru so øgiliga fangandi við fyrstu gjøgnumlurting. Men tey eru faktiskt rættiliga fitt, næstan øll.
Fleiri av løgunum gerast sum sagt betur við nærri lurtan, t.d. fyrsta lagið “Feel Good”, men eg kann eisini nevna “Freight Train”, “Betty Hedges” og tað seinasta lagið “All I Remember From Last Night Is You”
Ljóðblandið og sangurin er øgiliga popput, og ja, Teitur er ein ordiliga góður sangari. Hann er jú eisini valdur til ársins sangara í bæði Føroyum og Danmark. Men tað virkar, sum hann tordi eitt sindur betur at kasta seg út í ting á The Singer, og hesaferð heldur hann seg til tað trygga. Tað er kanska ok.
Har er ikki so nógvur kassagittari, sum á onkrum av eldru fløgunum, og forskellig stuttlig ljóðføri verða brúkt í ljóðmyndini, hetta hava vit sæð meira og meira av bæði live og á útgávum hjá honum seinastu árini, tað haldi eg vera heilt ok, tað klæðir hansara rødd, sum heldur ikki er heilt standard.
Eg eri bara ikki heilt sikkur uppá, at øll arrangementini eru heilt optimal, tað er nokk fyrst og fremst á “All I Remember From Last Night Is You”, at eg haldi feitheits poteniali í lagnum er hægri, enn tað sum hann megnar at levera har.
Eg hugsi aftur um Poul Simon í summum løgum, tað gjørdi eg kanska serliga á “Poetry and Aeroplanes”, men t.d. á Waverly Place er hetta aftur galdandi. Waverly Place er annars eitt av teimum verru løgunum á fløguni, og tað eru nokkso nógv løg, sum falla í kategoriina “av teimum verru løgunum”, t.d. tittul lagið, “Let the dog drive home”, “Fly on the wall”, “Very Careless People” og “When I had it all”
So samanumtikið, er hetta ein miðal fløga, sum neyvan verður nakar varði í yrkisleiðini hjá Teiti, men við nøkrum absoluttum glottum.