Waterboarding í Kringvarpinum

 Tað var skelkandi at hoyra Øss Egholm frá morgunstundini í okkara almenna Kringvarpi, greiða frá hvussu effektivt Waterboarding er, og at tað er fullkomiliga ófarligt.  Somuleiðis fekk tað øði í meg, at hann eftirfylgjandi bagatelliseraði síni úttalilsi.

Hann úttalaði seg øgiliga greitt, hetta var ikki sitat úr George Bush bókini, men ein tilsýnalatandi “objektiv” forkláring av hvat Waterboarding snýr seg um.

Her í Evropa góvust vit vit torturi ella píning sum forhoyrsteknikki fyri fleiri hundra árum síðan, nettup tí hetta ikki er effektivt. Italski rættarfilosoffurin Cesare Beccaria, ið var ein av undangongumonnunum, til okkara rættarsamfelag lýsti trupulleikan við píning soleiðis: Ein persónur, ið einki hevur at goyma, verður trýstur til at finna uppá okkurt fyri at steðga her-og-nú pínuni. Píningin er so ógvislig, og einasti vegur úr henni er at viðganga okkurt, satt ella falskt gerst líkamikið.  Meðan ein, ið er sekur, kann verða meira herdur, og tí ikki viðgongur og um viðkomandi úttalar seg, er tað ikki neyðturviliga sannleikan, ið hann fortelur. Sostatt eru upplýsingar, ið koma fram í einari tílíkari støðu púra óbrúkiligir og mangla trúvirði.

Beccaria vísti harumframt á, at píning var við til at herða samfelagið og elva til meira harðskap.

Tí er tað sera hugstoytt, at Kringvarpið í bestu senditíð ber fram úttalilisi sum tey hjá Øssi. Møguliga er hetta, ein staðfesting av, at tann vanvirðingin fyri mannarættindum, sum The War on Terror, hevur havt við sær, nú endiliga hevur bitið seg fasta í Føroyum. Eg eri satt at siga bangin um samfelagið – tílík bagitalisering av harðskapi er tað sum Beccaria ávaraði í móti.

Eg kann ikki ímynda mær, at nakar public service miðil í londunum kring okkum, hevði loyvt tílíkum útalilsum frá einum av sínum starvsfólkum, og eg vóni veruliga, at tit taka hetta í álvara, og koma við einari umbering í tykkara sending. Tað hevði í hesum sambandi verið hóskandi, at tit lótu Amnesty International koma til orðanna, og lýst hetta álvarsmál.

Tí trúgv mær Waterboarding er ikki eitt bagatell.

One thought on “Waterboarding í Kringvarpinum”

Leave a Reply

Your email address will not be published.