Kringvarp.fo er ok

Eg havi júst verið á tíðindafundi í Kringvarpinum í sambandi við, at nýggja heimasíðan var avdúka, og eg mátti undrast.

Hví eru gamlir miðlar meira ok í Føroyum enn nýggir miðlar. Eingin hevði himprast um Kringvarpið brúkti nakrar milliónir uppá ein sendara, ella 10 milliónir um tað var neyðugt.

Á tíðindafundinum í morgun vóru einastu spurningarnir hjá tíðindafólkunum, um hvat hetta kostaði og stúrsan um at fleiri milliónir vóru brúktar.

Í Kringvarp.fo hava vit ein sendara, sum sendur 24 tímar um døgnið um allan heimin, og eg kann síggja øll innsløg og sendingar, júst tá eg vil. Tað eru gott givnir pengar í mínari verð. Serliga tá hugsað verður um, at skipanin sampakkar við redaktiónskipanir, so øll innsløg og sendingar koma út av sær sjálvum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.