Mær dámar veruliga ikki estetiskan fimleik

Eg minnist væl, at eg var og hugdi at fimleiki á Oyggjarleikunum í Føroyum, har var tað serliga tær álendsku kvinnurnar, ið eg og øll hini ungu mannfólkini hugdu at við stórari frægd. Har vóru tveir tvíburðar, ið vit hildu vera óvanliga snøggar, og hetta hevur ivaleyst gjørt spenningin størri.

Tað var bara heilt stuttligt at hyggja at, hetta var áðrenn nakað æt estetiskur fimleikur (í mínari verð í øllum førum) Hetta var á gólvi og ikki lið, men einstaklinga ítróttur, kapping við døming beint aftan á, skítfult av action og pent. Ikki tílíkt sum sær nú í kringvarpinum, har man undir heitinum estetiskur fimleikur, hevur sett ein stóran flokk saman, og hesar damur røra seg næstan synkront. Tað er veruliga dødens pølse, og man irriterast so illa av, at tey ikki kunnu røra seg synkront, tá tær nú endiliga skulu royna. Hetta hevur faktiskt vakt eina andstygd yvir fyri øllum fimleiki, og tað er næstan synd, tá man hugsar um, at eg fyrr væl dámdi vanliga fimleikin.

Hetta er stutt sagt ein ítróttur, ið mær veruliga dámar illa, á sama hátt, sum mær ikki dámar vánaligan sjónleik, fólk sum royna, men sum ikki duga at gera tað nóg gott. Eg fái ilt av at hyggja at tí.

Aftaná, at eg ígjár sløkti sjónvarpið eftir fyrsta hálvleik av dystinum millum Barcelona og Real Madrid, so fekk eg eina opinbering, orsøkin til, at eg hati so illa at hyggja at Barcelona, er at liðið í nógv størri mun er eitt fimleikalið enn eitt fótbóltslið, og at teir í so stóran mun spæla sjónleik illa. Javel, teir duga nakrar fintur og væl at vimsa runt um aðrar leikarar, men halt kjaft sum har er lítil fótbóltsandi yvir teimum.

Onkur Barcelona fjeppari inni á kjak.org (ivaleyst í ljósareyðum ballettskjúrti) vildi vera við, at orsøkin til, at Barcelona leikararnir alla tíðina lógu og grótu og hildu um høvdið, var at Real Madrid spældi so skitið. Eg elski fótbóltsleikarar, ið kempa fyri tí, sum seta seg í respekt, gera harðar taklingar og eru ordiligir menn. Eg haldi ikki, at Real Madrid spældi for skitið, teir kempaðu fyri sakini, meðan estetisku ballarinurnar í blá/reyðu strípunum vimsaðu runt á sínum fimleikaliðið. Tíanverri vann fimleikurin á stríðsviljanum og fótbóltsandanum í gjárkvøldið, ein veruligur ósigur fyri fótbóltin sum ítrótt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *