Hanus er eitt av føstu innsløgunum á Summarfestivalinum, og aftur í ár, var trubadururin við sínum kassagittara boðin upp á stóra pallin á Vágsbøi.
At skula hita fjøldina upp til rokkbrakið við D:A:D kann vera ein ræðandi uppgáva fyri ein mann við einum kassagittara, men tað tyktist ikki at nerva Hanus. Sum framførdi eitt trygt sett væl blanda við løgum av fyrst og fremst klassikarum sum Saknur, Vónsvikin og 18 og løgum nógv róstu útgávuni Hørpuspælarin, sum Hanus gav út í fjør. Blandið var kanska nýtt, men ljóðið var gamalt.
Persónliga hevði eg fyritrekt, at Hanus hevði havt sín fantastiska bólk við. Tí tað kemst ikki uttanum, at bæði eg og hini, sum hava vitjað Vágsbø seinastu árini hava hoyrt Hanus og hansara kassagittar í somu umstøðum nakað ofta. Her kundi bólkurin givið okkurt nýtt til ljóðmyndina. Tí vit sum hava uppliva Hanus við bólki, vita, at hann við bólkinum ljóðar feskur. Hanus er eitt fenomenom, men ikki eitt fenomen, ið best verður notið á so stórum palli í øllum førum ikki einsamallur.
Tað kemst tó ikki uttanum, at tað kendist vakurt tá Hanus endaði við vakra lagnum “Góða ongantíð fert tú úr huga.