Hvat skal til fyri at verða smitaður úr javnaðarflokkinum?

Listafólk gera einki til nyttu, endurgav portal.fo Gerhard, avleiðing var ongin fyri skopuningin varð seinni staðfest.

Eg mátti spyrja serkunnleikan, um nær ein tinglimur seinast var smitaður úr Javnaðarflokkinum, og fekk at vita, at tað var í 1946. Tá Jákup í Jákupsstovu fekk durðafjórðingin fyri sína støðu í tjóðskaparmálinum.

 

Sitandi javnaðarformaður hevur prógvað, at Javnaðarflokkurin nú á døgum er so rúmligur, at man neyvan kann kategorisera flokkin sum politiskan.

 

Málið snýr seg um útalilsi hjá Gerhard Lognberg í tingum. Endurgivin her á portal.fo

 

Gerhard er ein klovn. Tað er  eyðsæð trupult hjá einum, ið illa dugur at lesa, at skilja virðið í skaldskapi, og enn meira, at skilja tað arbeiðið, ið liggur í at skapa skaldskap. Somuleiðis er tað ivaleyst trupult, hjá einum, ið neyvan man hava hoyrt tónleik við fleiri enn trimum akkordum, at skilja, tað arbeiðið, ið liggur í at skapa tónleik.

 

Hjá einum, ið ikki dugur serliga væl at hugsa, er tað eisini eyðsæð trupult, at síggja, at úttalsir sum hesi  eru í andsøgn við floksskránna, ið man ikki dugur at lesa.

 

Gerhard er ikki problemið, Gerhard veit ikki betur, hann hevur ikki frægari vit enn hetta. Hann er sjálvt úttrykkið fyri lægsta felagsnevnara her á landi.

Veruligi trupulleikin er Javnaðarflokkurin, ið legitimerar hansara boðskap. At tílík úttalilsi ferð eftir ferð fara afturum, sum óheppin og ikki umboðandi flokkin, men samstundis ongar avleiðingar fáa, fyri hetta neyðars atkvøðuneyt, tað vísir at flokkurin eisini metur, at rúm eigur at vera fyri hesum. Ja, tað merkir, at flokkurin góðtekur og stuðlar tílíkum.

 

Í sambandi við nógv umrødda málið við Levi Mørk, lærdu vit, at fasistiskt fremmandahatur er opinbart ok í  Javnaðarflokkinum, í dag lærdu vit, at niðran av øllum okkara mentanarfólki er opinbart eisini ok.

 

Eg spyrji, hvør verður ríkari tá Føroyar?

 

Í stuttum tíðindaskrivi boðaði javnaðarhøvdingin soleiðis frá:
“Orðini hjá Gerhardi Lognberg um sømdargávur til listafólk eru als ikki umboðandi fyri mentanarpolitikk Javnaðarfloksins. Útsøgnin stendur tí fyri hansara egnu rokning.

Fyri Javnaðarflokkin eru list og mentan millum týdningarmestu tættirnir í einum livandi samfelag. Listarligt og mentanarligt virksemi og upplivingar víðka um sjónarringin, skapa tolsemi og opinleika millum menniskju og ríka okkum lívið. Tí skulu vit skapa góðar karmar fyri list og mentan í Føroyum.

Javnaðarflokkurin vil nýta høvið at ynskja teimum 33 listafólkunum, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hjartaliga tillukku og góða eydnu við arbeiðinum.”

 

Men útalilsini fáa sambært Portalinum onga avleiðing fyri skopuningin (les grein á portal.fo her). Hann verður ikki útihýstur, hann fær ikki nakra ávaring, hann verður ikki biðin um at koma við einari umbering.  Við øðrum orðum góðtekur flokkurin úttalilsini, og metur ikki nakran trupulleika vera við, at hava ein tinglim, ið meinar hetta.  Hetta er tað vit fingu, frá flokkinum, ið fyri nøkrum árum síðan, skuldi geva C vitaminir til mentanina.

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg havi stóra virðing fyri fleiri av javnaðartingfólkunum, her noyðist eg serliga at taka báðar kvinniligu tinglimirnar fram. Eyðgun og Rigmor tykjast at vera millum dugnaligastu og skilabestu politikkarar, ið sita á Tingi. Eins og hjá mær sjálvum er teirra hjarta til vinstru og tær umboða javnaðarhugsjónina, hetta var sama fatan eg hevði av Aksel V. Johannesen.

 

Henda fatan fekk nakað av skaða, tá hann niðraði ergoterapiina, og tá hann valdi at góðtaka menniskjafíggindaliga atburðin hjá Levi Mørk, men eg umbar hann við, at hann var nýggjur í formanssessinum, og at trýstið upp til val var øgiligt.

 

Men í dag er einki val beint fyri framman, og Aksel hevur møguleikan at sleppa sær av við ein tinglim, ið ongantíð dregur somu línu sum hinir, og sum á nærum allan hátt er í andsøgn við politikk floksins.

 

Tað má bara staðfestast, at eitt atkvøðuneyt er týdningarmiklari enn politikkur fyri leiðsluna í Javnaðarflokkinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *