Eg havi eftir hondini hitt nógv fólk har, t.d. hitti eg tvær amerikanskar gentur, ið kallaðu seg Sphere & Cube. Tær bjóðaðu mær cyber-sex, men eg hevði ikki tíð og endaði tí við at fornerma tær.
Eg hitti tær aftur seinni, men tá bóðu tær meg, sleppa mær har, sum pipari grør, ella skuldu tær koma eftir mær. Cyber-sex er annars nógv uppi í tíðini, á teimum flestu talkararunum kanst tú gera tær eitt privat rúm, ið tú kann læsa og ósæddur tosa fúlt við onkran eina løtu. Ymsar eru lystirnar, men tað er íhvørtfall bíligari enn telefonsex.
Hugleiðing frá desember 1996, um hvussu lítið internetið alíkavæl er
Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum