Isadora and the Rebels er ein framúrskarandi bólkur. At songkvinnan Guðrið Hansen er frálík visti eg væl, men í hesum bólkinum er hon veruliga í essinum. Talan er um teirra heilt egna sera gjøgnumførda tónleikabland, sum vevur m.a. spælimanstónleik, vísusang, 70’ára tung málm, 90’ára rokk, indi rokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran vavstur. Eg haldi á onkran hátt, at hetta er líka føroyskt sum Týr og líka altjóða sum Portishead. Eg havi ikki hoyrt tílíkan tónleik áður, men hann er bergtakandi.
Ummælið av Isadora and the Rebels á Summarfestivalinum 2006
Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum