Rúni Róin er nú høvuðssøga enn einaferð, men longu í 2005 var hann á forsíðuni hjá Sosialinum, tá eg hevði gjørt samrøðu við unga hoyvíkingin, ið jongleraði við nógvu milliónunum
Rúni Bro Róin er nú 32 ára gamal. Hann hevur higartil luttikið í samráðingum fyri 100 milliardir, nakrar av samráðingunum eru enn ikki endaliga gjøgnumførdar, men nógvar eru. Størsti einstaki sáttmálin hann hevur samráðst um, var áljóðandi 24 milliardir.. Eg spurdi hann, um peningur ikki missir sítt virði, tá man arbeiðir við so stórum upphæddum. Men tað helt hann ikki “Peningur fær bara ymisk virði. Um tú samráðist um ein sáttmála, sum er 24 milliardir, so hevur peningurin eitt virði, er sáttmálin um eina millión, hevur peningurin eitt annað virði, og tá eg komi til hús, hevur hann eitt heilt triðja virði.”, sigur Rúni. Hann heldur tó, at tað er áhugavert, tá tú samráðist um stóru sáttmálarnar, at tú kanst uttan himpr biðja 100-200 fólk koma til arbeiðis, ella fara út og keypa júst tann rætta serfrøðingin til onkra uppgávu.