Gu kann man so!

– Man kann ikki kappast um tónleik, segði ein annars skilagóð kvinna, ið eg prátaði við til Sement finaluna leygarkvøldið.

 

Sleepless Ghost vunnu Sement finaluna

Sjálvt um hon er skilagóð, so var hendan klisjein eitt sindur hoyrd fyrr, og hon er faktiskt ikki røtt. Hetta hóast hon gevur spyrjaranum eitt ávíst listarligt trúvirði. Tí  rætt skal vera rætt, at kappast í tónleiki er ikki politiskt korrekt. Tað er ikki heilt listarliga forsvarligt.

 

Men man kann gott kappast í tónleiki, og sjáldan hevur eitt vikuskifti verið meira merkt av tónleikakappingum, enn júst hetta vikuskiftið.

 

Fyrst hugdi ein stórur partur av okkum eftir Sveini Gaard Olsen, ið sang seg í finaluna í X-Factor, síðan var risa móttøka fyri Sveini í Norðurlandahúsinum, og so var Sement finalan har bestu nýggju bólkarnir í Føroyum kappaðust um heiðurin sum ársins nýggi bólkur.

 

Felags fyri hesi tiltøkini var ein ovurhonds stórur áhugi, Tjóðin fylgdi við, meðan Sveinur kappaðist í sjónvarpinum, tað sást aftur á Facebook, har man nærum svam í viðmerkingum um hansara framføslu. Stóra fólkamongdin til tiltkaið í Norðurlandahúsinum leygadagin bar eisini boð um, hvussu populert danska X-Factor er í Føroyum.. Men eisini Sement var væl vitja. eins og Prix Føroyar eisini plagdi at vera væl vitja.

 

Niðurstøðan má vera, at man kann gott kappast í tónleiki, hetta skapar áhuga, og vekir fólk til at brenna fyri teimum, ið tey halda við. Hetta fær sinnini í kók og skapar eldhuga.

 

Baksíðan er kanska tann, at tað ofta ikki eru stóru listarligu upplivingarnar, ið fylgja við tílíkum kappingum. Vit fegnast og brenna fyri miðalhampaavrikum. Samstundis sum vit als ikki vísa sama áhuga fyri nógv størri upplivingum, ið standa okkum í boði.

 

Men eg havi hug til at fegnast um, at vit yvirhøvur brenna fyri nøkrum, ið er nøkurlunda listarligt.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *