Guð havi lov fyri Suna Merkistein

myndin er stolin av portalinum, tey brúka so ofta myndir hjá mær, at tað gongur upp.

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan.

Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Havi júst sitið og lurtað eftir in Mente hjá Suna Merkistein. Ein frálík  sending, ið viðger føroyska mentan.

 

Í dag var tað sjónleikurin Breaking The Waves, ið varð ummældur, umframt at hugt var aftur á skaldskapin hjá Karsteni Hoydal. Samanlagt ein áhugaverd sending, ið viðgjørdi partar av okkara ríku mentan.

 

Viðger av okkara mentan hevur týdning. Serliga gleðiligt er tað, at ummæli av mentan og kjak um mentan fær pláss í hesari sending. Tí júst ummæli og kjak eru við til at menna føroyska mentan.

 

Herfyri var Suni Merkistein í farloyvi frá sendingini, og tá gjørdist leikluturin og týdningurin hjá Suna so øgiliga týðiligur.

 

Avloysarin, tann altíð skilagóði og dámligi Páll Danielsen, valdi ein heilt annan vinkul, sum á ein speiskan hátt, kann lýsast sum mikrofonhaldararí fyri ymiskum mentanarpolitiskum maktpersónum. Hetta er ein áhugaverd verkætlan í sær sjálvum, serliga tí hon legði opið, hvussu mentanarliga støðið er hjá nøkrum av okkara fremstu autoritetum á mentanarøkinum. Men fuck sum tað gav okkum lítið, einki annað enn eitt innlit í okkurt forferdiliga óáhugavert, og tó ræðandi.

 

Um dulda dagsskráin var at øsa okkum til eina revolutión, veit eg ikki, men eg ræðist, at eingin duld dagsskrá var. Vit fingu í øllum førum onga revolutión.

 

Eftir at programleiðslan í Kringvarpinum hava kvalt frálíku mentanarsendingina Refleksjón hjá Heina í Skorðini og Kvørnina, har skilafólk, sum eg sjálvur ummældu føroyskan tónleik, er Suni seinasti mentanarligi vitin, ið vit hava á sendiflatuni. Hann stendur nú fyri samlaðu viðgerðini av føroyskari mentan í tí, sum skuldi verið okkara fremsti mentanarberi. Guð havi lov fyri Suna!

 

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan. Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Onkur vil ivaleyst halda, at eg bert eri súrur, tí eg ikki longur fái ummælarakekkar frá Kringvarpinum, men so er ikki, ummælaraarbeiðið í Kringvarpinum er næstan sjálvboðið og einasta orsøk, at vit, sum hava ummælt, gera tað, er tí vit meta hetta arbeiðið sum týdningarmikið fyri menningina av føroyskum tónleiki. Eg elskaði Kvørnina, langt áðrenn eg fór at ummæla í henni, tí hon á ein seriøsan hátt viðgjørdi føroyskan tónleik, og sostatt menti henda týdningarmikla mentanarpall okkara.

 

Men eg harmist eisini um Refleksjón, eftir at Kringvarpið í eini 25 ár hevði roynt, so var endiliga eydnast at gera eina góða mentanarsending til sjónvarpið, og so sleppur man henni, hetta er ikki bara harmiligt, hetta er burturvið.

 

Guð havi lov fyri Suna!

One thought on “Guð havi lov fyri Suna Merkistein”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *