5. mest skuffandi konsertin – Smokie í Ítróttarhøllini á Hálsi 1992


Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir

Eg havi verið til hópin av góðum konsertum og nógvum ringum, fari at seta saman listan við teimum fimm, ið skuffaðu mest. Hetta eru ikki verstu konsertirnar, men tær, har vón frammanundan og uppliving hava verið longst frá hvør øðrum.

Í gomlum døgum áðrenn festivalarnar vóru konsertir við útlendskum bólkum, eitt sindur avhengigar av hvønn bólk Páll Arge tók hendan vegin. Fyrst í 90’unum var tað Smokie. Páll Arge tók ikki færri enn tvær ferðir bólkin hendan vegin. Fyrra konsertin var somikið væl vitja, at bólkurin kom aftur 1992. Eg og táverandi daman vóru farin á konsert, og gleddu okkum til eitt festligt kvøld.

 

Men har vóru eingir Smokie. Fyrst fór upphitingarbólkurin føroysku Rockwall á pallin (minnist meg rætt nakað seinkaði). Framførslan var, sum vant fyri tey, nøkurlunda ok, tí Rockwall var ikki Føroya mest spennandi bólkur, ein røð og hard rock coverløgum, spæld og sungin nøkurlunda væl. Ikki nøkur stór tónleikauppliving, og man gleddi seg til høvuðsnavnið, við Alice og øllum hinum. Men so skuldi ikki verða.

 

Rockwall fór av pallinum, men einki var at síggja til Smokie. Ljósmaðurin Egil setti eina fløgu við TV2 á, og hana hoyrdu vit alla. Men einki var at síggja til Smokie. Tá vit bannandi og illa irriteraði høvdu hoyrt flestu løgini hjá TV2 aðru ferð, hendi knappiliga okkurt. Smokie kom í høllina. Eg skal viðganga, at eg tá var so illur, at eg hevði hug at skelda onkran. Tá Smokie so aftan á eina løtu komu í gongd, mátti eg staðfesta, at bæði eg og daman vóru so forbannað ill, at einki gott kom burturúr hesum, og eitt hálvt lag inni í Smokie framførsluni rýmdu vit. Eg var ikki vanur við útlendskar konsertir tá, og hevði ordiliga glett meg, lutvíst tí eg ikki var sloppin við fyrru ferðina teir vóru her, og nógv høvdu róst teirri konsertini. Men í staðin fyri eitt festligt kvøld fekk eg gron, og eitt dýrt atgongumerki, ið brendi í lummanum.

2 thoughts on “5. mest skuffandi konsertin – Smokie í Ítróttarhøllini á Hálsi 1992”

Leave a Reply

Your email address will not be published.