Organiseraður politiskur skattaundandráttur

Sjálvan fyrsta apríl valdi Føroya Løgmaður (ella skulu vit kalla hann, høvuðsskemtaran í Sirkus Tinganes) at melda út, at hann ætlaði sær at kanna skattafríu bonusordningarnar hjá Landsstýrisfólkum, og skjótt eftir valdi tingformaðurin at melda líknandi út.  Sostatt verður nú ljós sett á, hetta sum í versta falli kann hetta metast sum organiseraður skattaundandráttur av okkara lóggevandi valdi.

 

Nú fara formansskapur og onkur arbeiðsbólkur undir løgmanni at lýsa hetta álvarsmál til lítar og skriva tilmælir og ivaleyst senda tað í nevnd einar tríggjar/fýra ferðir, áðrenn vit um eini trý ár fáa eitt nýtt val, og málið dettur burtur.

 

Einki galið við at lýsa og kanna mál væl, men harra guð, hetta pjøvist man ikki at kanna. Hetta er sera einfalt, politikarar hava goymt eitt dult skattafrítt bonus í sínum ferðapengum, ivaleyst tí teir ikki meta, at teir sleppa avstað við at seta lønina upp á tað støðið, ið teir vilja hava. Hetta skaðar rættarkensluna í okkara samfelag og má tí sjálvandi broytast. Um eg gjørdi eina  líknandi skattafría bonusskipan, so varð eg ákærdur fyri skattaundandrátt..

 

Tað er eingin skilagóð orsøk til, at ein tinglimur fær meira í ferðafrádrátti enn vit vanligu fólk. Nógv bygdafólk eru, ið gera eitt týdningarmikið arbeiði í Havn, og øll eiga tey at vera líka fyri lógini.

 

Tað, sum er so øgiliga ófatiligt, er, at hetta er sama samgonga, sum ikki metir tað vera neyðugt at kanna avleiðingar av flatskatti, framskatting av pensjónum og øðrum álvarsmálum. Tað einfalda, ið er burturvið, kann ikki broystast uttan kanningar. Men tað torskilda og sera umfatandi, verður viðtikið í óðum verki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *