Dagur og vika bar í kvøld tíðindini, at hondbóltsfelagið Stjørnan var fríkent í einum rættiliga ófantaligum máli, ið setur føroyskan hondbólt í ringt ljós, og hóast HSF eigur ábyrgdina fyri vánaligu reglugerðini, so eigur Stjørnan ábyrgdina fyri, at málið er blivið so pínligt.

Fyrst ein stutt lýsing av málinum. Undir dysti millum Stjørnuna og Neistan rópti ein Stjørnuáskoðari, at Neistin skuldi taka handan mannin av vøllinum, vísandi til Neistaleikaran Barbaru Brauer. Hesin opinbart minnimenti norðoyingurin bleiv við at rópa, eitt nú at hon hoyrdi heima á mansliðnum, sjálvt eftir at hjálparvenjarin hjá Neistanum talaði at, helt ágangurin fram. Alt hetta var fest á film og seinni víst í sjónvarpinum.
Neistin kærdi hendingina, men kæran er nú avvíst, tí myndaupptøkur bert kunnu brúkast í sambandi við harðskapsmál, og meðan Neistin “pástóð”, at hendingin fór fram sum upptøkan vísur, so sigur Stjørnan, at hetta ikki hendi. Tí var tað sambært hondbóltssambandinum pástandur móti pástandi, og kundi tí ikki revsast. Hetta er sjálvandi í trá við reglugerðina, og hana skal HSF fylgja.
Við tí justitsi, ið vit hava sæð í eitt nú fótbólti og kappróðri seinastu árini, er hetta ikki serliga yvirraskandi, tí opinbart kann man næstan ikki revsast í føroyskum ítrótti. Eg vóni, at tað at Dagur og Vika fokuserar uppá hetta, ger at reglugerðin verður broytt, tí hetta er ikki álitisvekjandi fyri føroyskan hondbólt.
Men eg havi hug til at siga, FOR HELVITI STJØRNAN!!!!!!! Sjónvarpsupptøkurnar eru sera greiðar, og har er eingin ivi, tá tit pástanda nakað annað, so lúgva tit tilvita, og tit halda hond yvir einum áskoðara, ið átti at verið burturvístur frá tykkara dystum framyvir. Men enn týdningarmiklari, so blástempla tit kynsliga niðrandi atburð.
Í londum rundan um okkum verður sligið hart niður á niðran av fólki, eitt nú vegna rasu ella kyn. Men í Føroyum vil man opinbart gjarna halda hond yvir tílíkum. Vit upplivdu eitt nú í Onglandi, at Suarez hjá Liverpool fekk langt leikbann fyri at hava kallað Evra fyri nekara, at enski liðsskiparin John Terry misti liðskiparaheitið, tí hann var ákærdur fyri rasismu. Hvørki av hesum málum hevur nær námind somu prógv, sum eru í hesum málinum.
Tað er mær púra óskilligt, at Stjørnan ikki beinanvegin burturvísur áskoðaranum og tekur frástøðu frá atburðinum, tað er tað einasta rætta at gera í einum tílíkum máli.
One thought on “Skít verið við 266B í Føroyum niðurgera vit vegna kyn og rasu”