Leygardagin var eg á Svangaskarðið við soninum, ið spælir við HB U12. Her upplivdu vit bizarar fótbóltsumstøður, á hesum stadion, ið Uni Leitistein so beinrakið einaferð kallaði “reyvarholið á altjóða fótbólti.”
Tá vit komu á Svangaskarð, var sól og eitt lítið lot, men eingin kavi. Dreingirnir hitaðu upp, og so byrjaði kavin at detta niður í stórum mongdum, beint áðrenn dysturin skuldi byrja. At enda lá alt Svangaskarð undir í kava, og vit máttu eina løtu flýggja inn í bilarnar.
Men so sleit í, og meðan okkara dreingir spældu móti B68, dampaði kavin burt. Eina løtu var ordiliga heitt, og eftirsum hvørki NSÍ ella EB/Streymur tímdu at møta upp, spældu liðini ein venjingardyst móti hvør øðrum eftir at hin var endaður. Men so fór at kava av grimd aftur, somikið illa, at dysturin mátti avblásast, og vit rýmdu inn til kaffi og smyrjibreyð og FA-Cup dyst við Everton og Liverpool. Hetta er eitt løgið land vit liva í.
Í gjár var aftur FA-Cup á skránni, tá Londonbrakið millum Chelsea og Tottenham varð spælt. Sum Chelsea fjeppari hevur hetta kappingarárið verið sosum so, liðið nyttaði hvørki eitt ella annað undir teirri ikki so kønu hondini hjá Villas Boas. Men nú er vent í holuni, og við 5-1 sigrinum á Tottenham á Wembley Stadion í gjár, má sigast at byrjanin til týdningarmiklastu vikuna í árinum er byrja væl.
Eg má siga, at hóast hendan avsmyrjingin av Tottenham kendist søt, so var hon eitt sindur merkt av, at málið til 2-0 ikki tyktist at vera innanfyri.
Man fær ringan smakk í munnin, tá dómarafeilir eru til tín fyrimun, serliga tá man veit hvussu ræðuligt tað kennist, tá man fær tær ímóti sær, og tað kenna Chelsea fjepparar í ólukkumát. 2-0 málið bleiv víst frá tveimum vinklum í sjónvarpinum, og hóast tað væl sást, at dómarin stóð væl fyri, so sá tað ivasamt út, um bólturin var innanfyri strikuna. Tí vóru vit fleiri Chelsea fjepparar, ið hildu støðuna vera eitt sindur keðiliga, tá vit soleiðis sótu og hugnaðu okkum saman í Café Natúr.
Vit fegnaðust tó um, at ein 5-1 sigur vísti, at nógv tað betra liðið vann, og um at man neyvan kundi seta spurnartekin við hetta, tá sigurin var so sannførandi. Men eg skal viðganga, at eg í dag fegnist uppaftur meira, tí nýggjar myndir eru komnar undan kavi, ið greitt vísa, at bólturin var innanfyri, og at málið sostatt var heilt reelt.
Mest sum apropos ringa døming, so kemur Barcelona á Stamford Bridge mikudagin, og tað gleða vit okkum til, tí vit eru í stórformi, og sjálválitið frá hesum dystinum móti Tottenham er heilt rætta mentala dopingin til stórdystin, móti heimsins nokk besta liði í løtuni.
Tá teir eru avgreiddir, er aftur stórdystur á skránni, tá vit hitta Arsenal leygardagin. Arsenal er ikki tað stórfelag, ið teir vóru fyri 10 árum síðan, men hetta er ein lokaldystur og liðið er faktiskt rættiliga gott í løtuni.
Ja, hetta er alt í alt ein fín fótbóltsvika, higartil stendur væl til, hvussu gongur hjá tykkum?