Hondbóltsfelagið Stjørnan kann í dag ásanna sannleikan í hesum ofta søgdu orðum. Tað eru nemmiliga ikki fjølmiðlar, Neistin ella fólk úr Suðurstreymoy, sum eru størsta hóttanin móti felagnum. Tann hóttanin kemur úr egnum rekkjum.
Jánkasligi atburðurin hjá nevndini í felagnum í sambandi við Barbaru Brauer málið er nóg ringur í sær sjálvum, men í dag ber av.
Umvegis Nordlysid.fo meldar stuðulsbólkurin hjá Stjøruni soleiðis út:
Komið og stuðli kvinnunum!!
Nú ágangurin á felag okkara er stórur, samstundis sum fm-finalurnar hjá kvinnunum standa fyri framman, er umráðandi at vit standa saman um felagið og ikki minst kvinnurnar. Vit vilja tí við hesum heita á klaksvíksingar og norðoyingar allar um mannstekir at møta upp til fm-finalurnar fyri at stuðla okkara kvinnum.
Hvør motivatiónin fyri hesari útmelding er, skilji eg als ikki. Við at draga hetta keðiliga mál inn í finalustríðið, gevur man øllum siðiligum stjørnufjepparum ein risastóran trupulleika.
Útmeldingin er heilt greið, her verður beinleiðis lagt upp til, at um man heldur tað er ok at rópa ókvæmisorð eftir øðrum leikarum, so skal man koma í høllina, fyri at stuðla hesum.
Hetta setur nógvu siðuligu leikararnar, og siðuligu fjeppararnar í sera keðiliga støðu, tí sjálvandi vilja tey stuðla sínum felagi, ið tey eru errin av. Men nú verður tað sett upp, sum eitt stuðulsátak fyri ófantaligheitum .
Eg havi ikki orð fyri hvussu óheppin hendan samantvinning er. Eg havi sjálvur fjeppast um Stjørnuna í fleiri ár, tí ein eg kenni, sum spældi har, og eg kann siga beint út, at um viðkomandi enn spældi har, so stóð eg í einari støðu, har eg fegin vildi stuðla henni, men ikki kundi fari í høllina, tí stuðulsbólkurin leggur upp til, at eg harvið stuðli kynsligari niðurgering.