Longdin, kynið og dagurin passaði, men vektin var við síðuna av, tá føroyski clairvoyanturin Marin Súsanna Vígda um miðjan mars í Sosialinum spáddi um kongaliga arvingin.

Mynd: Símun Jóannesarson
Føroyski clairvoyanturin Súsanna Vígdá segði við í samrøðu við Sosialin 17. mars, at hon hevði fingið innlit í vekt, longd, kyn og part av dagfestingini, tá, tá komandi barnið hjá Mary og Frederik fór at verða føtt. Súsanna segði soleiðis:
– Mary, krúnprinsessa og Frederik, krúnprinsur fáa eina lítla prinsessu. Hon vigar umleið 2985 gram og er umleið 49-50 sentimetrar til longdar. Eg eri ikki heilt greið yvir nær tað verður, men eitt 2 tal er í dagfestingini, kanska kemur tað til mín seinni, eg skal boða tær frá, tá eg veit okkurt.
Hetta var lutvíst rætt. Talan gjørdist um eina prinsessu, og dagurin var leygardagur 21. apríl, so eitt 2 tal er í dagfestingini, eisini longdin passar. Prinsessan er 50 sentimetrar til longdar og hetta er somuleiðis rætt. Men sermerkt lága vektin, ið Súsanna spáddi, var við síðuna av. Prinsessan vigar 3350 gramm, hetta eru 365 gramm meira, enn spátt var. Men Súsanna vísti eisini á, at clairvoyanca ikki er ein presis vísind.
– Vit clairvoyantar hava ikki altíð rætt, so tað er altíð ein risiko, við at deila sína vitan við onnur, segði hon. Men sigast má, at í hesum førinum hevði hon lutvíst rætt.
Í viðmerking til portal.fo í dag, var Súsanna heldur ikki vónbrotin um, at ein av fýra spádómum var við síðuna av.
Ná trý av fýra er ikki heilt dumt, ella hvat heldur tú? Sum tað er deiligt við eini undurfullari prinsessu, sigur Súsanna.
Súsanna Vígdá er clairvoyantur, hon hevur síðan barnsbein sæð hendingar, áðrenn tær eru hendar. Súsanna er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Hon er fólkaskúlalærari, og við síðuna av hesum arbeiði, virkar hon sum clairvoyantur.
Í samrøðu í Sosialinum í fjør avdúkaði hon, at áðrenn krúnprinsaparið Mary og Frederik fingu sonin Christian, visti hon, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkutíð, og júst klokkutíðin hesaferð er eisini eitt sindur áhugaverd. Lítla prinsessan varð borin í heim 16.02, her var aftur eitt 2 tal.