Fótbóltsferð 4. partur: á stadion tourne
Enn ein dagur farin afturum á fótbóltsferðini hjá Chelsea FC Føroyar, tvey frálík stadion eru vitjaði, og upplivingarnar eru stórfingnar her í London, har sonurin Mikal nýtti høvið at lyfta FA-Cup steypið.
Meðan vit sótu á hotellinum og ótu enskan morgunmat, royndu vit at fáa øll inntrykkini frá degnum fyri uppá á pláss. Tað er eitt sindur ringt at fyrihalda seg til, at man hevur møtt so nógvum stjørnum, og at man býr á einum hotellið, sum er bygt fast í stadion.
Mettir og vælsettir fóru vit á tour á Stamford Bridge, har sluppu vit millum annað at sita á útskiftingarbeinkinum, vitja skiftingarrúmini, renna út gjøgnum spælaratunnilin, sita við borðið í fjølmiðlarúminum, har Chelsea heldur sínar tíðindafundir og hoyra væluppløgdu tour guidina greiða frá um søguna hjá stadion, hvussu nógv hárprodukt Drogba brúkar, hvat tað kostar at eiga ein logu á Stamford Bridge, og nógv annað. Ein stór uppliving, ið ikki gjørdist minnið, tá vit vitjaðu The Chelsea Museum, ið er eitt imponerandi savn, av stórfingnu søguni hjá Chelsea.
Seinnapartin fóru vit út á Wembley Stadion. Hetta var gott nokk eitt imponerandi stadion. Alt var so risastórt. Hetta er størsta yvirdekkaða stadion í Evropa, og kann hava 96.000 fólk sitandi undir taki, og leggur hús til alt frá risa rokkkonsertum til dystir hjá landsliðnum, Carling Cup og FA-Cup og heilt niður til lítlar dystir sum The FA Carlsberg Trophy, ið verður í leygardagin millum non-league liðini York City og Newport County, ein dystur ið vit fara til. Upprunaliga var ætlanin at fara til ein Charity dyst millum AFC Liam og Homies United tá, men ein dystur á Wembley er altso meira lokkandi.
Á veg heim við tokinum møttu vit einum Newport County fjeppara. Við einari syngjandi valisiskari dialekt, greiddi hann okkum frá, júst hví vit skuldu halda við Newport. So vit fara á Wembley, sum heilhjartaðir Newport fjepparar.
Túrurin á Wembley endaði við, at Mikal sonurin slapp at blíva avmyndaður við 80.000 pund dýra FA-Cup steypinum, og hóast tourguidin mundi svíma, tá hann lyftið steypið, so hevur hann nú roynt nakað, ið fáur 10 ára gamal HB’ari nakrantíð kann somikið sum droyma um at royna. Semja var í ferðalagnum um, at Mikal var dagsins maður á Wembley.
Um kvøldið ótu vit fínt á Chelsea matstovuni 55, sum er á hottellinum vit búgva á. Hetta er partur av okkara pakkaferð, ið vit hava keypt gjøgnum Chelsea. Lekkur matur, ið rundaði ein frálíkan dag av, vit fóru síðan á Chelsea barrina Frankies at drekka øl og tomatjuice (Mikal).
Eftir at Mikal var farin uppá á kamarið at leggja seg, endaðu vit dagin á The Butchers Hook, ið er barrin har Chelsea í 1905 bleiv stovna. Enn ein superdagur á okkara fótbóltsferð.
Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉
Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini
Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager
Les fótbóltsferð 3: Í London
Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County
Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks
Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin
One thought on “Av Stamford Bridge á Wembley”