Til dyst á Wembley

Fótbóltsferð 5. partur: Til dyst millum York City og Newport County

 

Enn ein fótbóltfyltur dagur farin afturum, í sambandi við vitjanina á Wembley fríggjadagin, funnu vit útav at The FA Carlsberg Trophy finalan skuldi vera har leygardagin millum non-league liðini York City og Newport County, og vit valdu tí at fara út aftur á Wembley fyri at uppliva stemningin.

 

Vit høvdu møtt einum Newport fjeppara í tokinum fríggjadagin, og hann hevði greitt okkum frá, hví vit skuldu velja hansara lið at fjeppast um. Her var serliga argumentið, at York spældi í reyðum berandi fyri okkara avgerð at gerast Newport fjepparar.

 

Komnir út á Wembley keyptu vit allir Newport hálsturriklæði og fóru so til gongu niðan móti vestaru síðu á Stadion, har Newport hevði inngongd. Allan vegin gingu fjepparar og sungu móti hvørjum øðrum, meira ella minnið penar sangir. Tó áttu nakrir Newport fjepparar gullmedaljuna, tá teir sungu eftir York fjepparunum: “Sheepshaggers – how does it feel to shag a sheep”.

 

Veldigur stemningur, og hóast mín manglandi eldhugi fyri Newport kom til sjóndar, tá eg segði við atgongumerkjamannin, at eg skuldi hava atgongumerki til Westport, so sluppu vit inn, og sótu mitt millum mest villu Newportfjeppararnar, ið sungu og róptu og skaptu ein øgiligan stemning. Tey gott 19.000 fólkini, ið bert fyltu partar niðastu hæddini á Wembley sótu alíkavæl tætt, so tað virkaði væl, og eg kann illa ímynda mær, hvussu gott tað ljóðar, tá øll 96.000 plássini eru upptikin.

 

Dysturin var annars ikki góður, liðini mundu vera á einum støðið, ið minnir um verru liðini í Effo deildini. Newport hevði munin í fyrra hálvleiki, men skoraðu einki mál. Í seinna hálvleiki kom York út við øgiligari megi, og endaði við at vinna dystin 2-0.  Sum sagt okkara eldhugi var ikki so øgiligur, so vit vóru ikki beinleiðis knústir, tá vit koyrdu heim aftur við tokinum.

 

Um kvøldið var eg til fjepparafelagsdøgurða, umboðandi Chelsea, har møtti eg øðrum nevndarlimum í fjepparafeløgum, og avgjørt varð, at vit frameftir skulu hava meira samstarv, og e-mailbústaðir og telefonnummur vóru samskipaði.

 

Ron Guirlay stjóri í Chelsea kom eisini framvið, og heilsaði uppá, hann var sera dámligur, og helt tað vera kul, at vit høvdu stovna eitt fjepparafelag í Føroyum, hann bað meg heilsa tykkum øllum frá sær.

 

Sum eitt eykayvirraskilisi sluppu vit at taka myndir við FA-Cup steypinum, tað var sjálvandi eisini fantastiskt.

 

Sunnudagurin verður ikki minnið spennandi, fyrst í Chelsea Museum at hitta Peter Bonetti, Kerry Dixon og Chopper Harris, síðan dysturin móti Blackburn á Stamford Bridge, tað verður herligt.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

One thought on “Til dyst á Wembley”

Leave a Reply

Your email address will not be published.