Fótbóltsferð 6. partur: Chelsea 2 – Blackburn 1
So var eisini sjálvur dystardagurin av, siti í kamarinum ávegis í song, vit skulu sera tíðliga upp í morgin, skulu flúgva frá Gatwick kl. 8:45 og skulu tí frá hotellinum kl. 5.30, sum høvuðsfyriskipari av túrinum má eg taka heiðurin fyri hesa ógudiligu flúgvarabooking, ið var gjørd við høvdinum undir arminum. Havi longu umborið yvir fyri mínum ferðafeløgum, sum hava fyrigivið mær, í øllum førum fyribils.
Dagurin í dag hevur verið frálíkur. Vit byrjaðu við góðum enskum morgunmati í Restaurant 55, síðan ein túr í Megastore, at keypa David Luiz parykkar. Ætlanin var so at fara yvir á Chelsea Museum at hitta tríggjar stórar Chelsea legendur: Peter Bonetti, Kerry Dixon og Chopper Harris, men tá vit komu á kamarið at leggja parykkarnar, sóu vit, at Ramires kom spákandi niðrið á parkeringsplássinum og fór inn í ein buss. Vit drønaðu sjálvandi beint út, og sóu leikarar, sum Essien, Sturridge, Ferreira, Bertrand og Malouda ganga framvið okkum, og Lukaku, Torres og Drogba koma yvir at heilsa uppá, taka myndir og skriva autografir. Tað var deiligt at síggja hvussu serliga Torres og Drogba góvu sær tíð til fjeppararnar.
Vit náddu so ikki á museumið at tosa við legendurnar, men tað gjørdi minnið. Vit valdu at fara til dystin heilt tíðliga fyri at fáa alla upplivingina við, vit ótu burgarar úr burgaravognunum uttan fyri stadion, og lurtaðu eftir Chelsea hornorkestrinum og komu ordiliga í dystarstemning við øl í einari av barrunum í stadion.
Dysturin sjálvur var ein ótrúliga stór uppliving, at sita og hoyra áskoðarnar rópa og syngja var dýrabært, og eg skal viðganga, at eg enn eri sera hásur.
Chelsea spældi sera væl í fyrra hálvleiki, og tað var serliga gleðiligt at síggja, at undir leikarar sum Sam Hutchinsson, Romelu Lukaku og Ryan Bertrand byrjaðu innið. Teir komu allir væl frá sínum dysti. Chelsea vann dystin 2-1 sjálvt um annar hálvleikur var heldur illa spældur, men hetta bilaði ikki so nógv, móti einum sera vánaligum Blackburn liðið, ið sjálvt royndi at drála, hóast teir vóru eitt mál aftanfyri.

Eftir dystin komu ungdómleikararnir við FA-Youthcupinum og gingu eina rundu á stadion fagnaðir av okkum áskoðarum. Síðan kom fyrsta liðið saman við sínum børnum og tí ordiliga FA-Cupinum. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu góðan bóltførleika nógv av børnunum høvdu. T.d. dóttir Terry og sonur Malouda. Rørandi løta og vit fóru av stadion heitir um hjarta.
Komnir á hotelkamari aftur, sóu vit David Luiz skriva autografir og taka myndir við fjepparum niðrið undir vindeyganum, vit fóru sjálvandi niður og heilsaðu uppá hann, og fingu autografir og myndir. Ótrúliga dámligur, fjasaði býtt og hugnaði sær við fjepparunum í útivið ein tíma, hetta er tað slagið av atburðið, ið ger, at fjeppararnir elska leikararnar.
Vit endaðu dagin við einum døgurða á einari spanskari matstovu, áðrenn leiðin gekk heim at pakka, og nú siti eg her á veg í song.
Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉
Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini
Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager
Les fótbóltsferð 3: Í London
Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne
Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County
Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin
One thought on “Chelseatúrurin náddi sítt klimaks”