Inntrykkini hava verið so nógv hesar seinastu dagarnar, at eg eri heilt móður í bæði kroppi og sinn, nú eg eri afturkomin á Argir.
Nú er hetta ikki einans fyrsta fótbóltsferð, ið eg havi skipað fyri, hetta er eisini fyrsta fótbóltsferð eg havi verið á, men eg má siga, at hetta hevur verið ein óvanliga góð ferð.
Lutvíst tí, at eg havi verið á ferðini saman við nøkrum so ótrúliga fittum og dámligum monnum, og mínum fitta soni, men eisini lutvíst, tí at Chelsea leikarar og starvsfólk hava gjørt somikið fyri, at vit fjepparar skuldu fáa ein góða uppliving. So sum David Luiz, ið mundi skriva einar 400 autografir og taka yvir hundra myndir sunnudagin eftir dystin.
Umframt frálíka dystin, og dýrabæru løturnar aftan á, tá ungdómsliðið bar FA Youthcup steypið vøllin runt, og tá leikarar á fyrsta liðið saman við sínum børnum komu á vøllin við FA Cup steypinum, so hava vit eisini møtt sera nógvum leikarum, og tikið myndir saman við Mata, Bertrand, Hutchinsson, Drogba, Torres, Luiz og flestu stjørnunum á ungdómsliðnum.
Alt hetta fyrst og fremst, tí vit høvdu bílagt okkara kømur gjøgnum Chelsea, sum bjóðaði okkara sera góðar umstøður við gisting á Stadionhotellinum.
Vit kendu okkum bornar á hondum av vinaligu starvsfólkunum, og búðu í lekrum kømurum, og ótu á góðum matstovum.
Tað skal tó sigast, at stóra úrvalið av Chelsea Merchandise og klæðum í the Chelsea Megastore, hevði sína ávirkan á fíggjarstøðuna hjá okkum øllum, men tá eg koyrdi oman til arbeiðis í morgun, meðan eg drakk heitt té í mínum risa Chelsea termokrússi, so kundi eg bara fegnast um hetta væla keyp, og dreingirnir sóu eisini ernir út í hvør sínari Chelsea blusu og húgvu, tá teir fóru heimanífrá í morgun.
Eisini havi eg møtt Chelsea stjóranum, Ron Guirlay og prátað um eitt nú Føroyar við hann, havi lyft FA Cup steypið, og saman við mínum ferðafeløgum verið Newport fjeppari fyri ein dag, tá vit fóru á Wembley til dyst millum York City og Newport County.
Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉
Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini
Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager
Les fótbóltsferð 3: Í London
Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne
Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County
Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks