Chelseafc.com nevnir føroysku Champions League veitsluna

Lagið var gott, tá Chelsea Føroyar skipaði fyri ferð á Stamford Bridge seinasta sunnudag, og lagið verður ivaleyst uppaftur betri, tá føroyska fjepparafelagið skipar fyri Champions Leauge veitslu í Café Natúr

Á heimasíðu redaktiónini hjá Chelsea á  Stamford Bridge í London, hevur man varnast aktiva leiklutin hjá føroyska Chelsea fjepparafelagnum, og í grein á heimasíðuni í dag, nevna tey, Champions League veitsluna, ið Chelsea FC Føroyar skipar fyri á Café Natúr leygarkvøldið.

Tá Chelsea hittir Bayern Munchen á Allianz Arena leygarkvøldið er talan um nokk størsta dyst í søguni hjá liðnum, og Chelsea fjepparafeløg  gera nógv burtúr dystinum. Soleiðis er eisini í Føroyum. Dysturin verður vístur á øllum skermum í Café Natúr, men longu kl. 18, verður skipað fyri døgurða til Chelsea fjepparar.

Limir í Chelsea FC Føroyar sleppa at kappast um ymiskt í sambandi við dystin. Føroya Tele hevur latið høvuðsvinningin, ið er ein Samsung Galaxy Y smartphone, og sostatt møguleikin hjá einum limi, at fáa ein telefon, ið matchar til Chelsea troyggjuna.

Optikbúðin hevur latið einar Ray Ban sólbrillur, og Føroya Bjór hevur somuleiðis stuðlað við góðum vinningum.

Dystarhyggingin og døgurðin verður fyri Chelsea fjepparar í øllum aldrum, men eftir dystin er ætlanin at teir fjepparar, ið eru yvir 18 halda okkara egnu end of season veitslu, ið eftir ætlan verður eitt risa sigurgildið.

Chelsea hevur letur góðkendum fjepparafeløgum eina heilt serstaka DVD við nøkrum av størstu løtum í søgu felagsins, og hendan verður víst eftir dystin.

Sjálvandi ber til at gjalda limagjald á staðnum, og melda nýggjar limir til.

Les meira um tilmelding til døgurðan og annað á her

Leave a Reply

Your email address will not be published.