Onkur segði á Facebook í gjár, at Annika Mittún Jacobsen einki hevði at missa, nú hon er á veg út gjøgnum hurðina, og at niðurleggingin av Degi og Viku í summar, var ein máti at smekka veruleikan av minkandi játtanini upp í andlitið á politikarunum.
Tað eru bara tveir trupulleikar við hesum, tað fyrsta er, at okkara stýri er somikið troytt av, at teirra politikkur verður settur undir lupp alla tíðina. At tað ivaleyst er ein lætti, at eingin Dagur og vika er hesa tíðina. Tað er ikki óhugsandi, at teimum dámar hetta so væl, at teir fara at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at vit heldur ikki komandi ár fáa Dag og viku um summarið.
Hitt er. at tað ikki var Annika, sum bleiv kasta út at kunngera hetta, tað var Liljan Weihe, nýsettur og relativt óroyndur tíðindaleiðari, sum nettupp hevur sera nógv at missa, bæði hvat viðvíkjur trúvirði fyri sínum starvsfólki og í almenninginum.
Í Pressuni í gjár boðaði Kringvarpsstjórin frá, at hon hevur tikið hesa avgerina fyri fleiri mánaðum síðan, tvs. áðrenn Liljan Weihe kom í starvið. Við øðrum orðum slapp tíðindaleiðarin at taka eina kúlu fyri sín fráfarandi stjóra.
So mín niðurstøða má vera, at var hetta ein provokatión, so var hon veruliga tápulig.