Makrelur er ein kontroversiellur fiskur, øgiliga kontroversiellur. So kontroversiellur, at løgmaður nú hóttir Miðflokkin við at vera smitaðan úr samgonguni, um teir atkvøða fyri uppboðssølu av makreli einaferð afturat. Persónliga havi eg bert andstygd yvir fyri makreli, eitt hatur, ið stingur djúpt, eitt hatur frá gomlum døgum.
Eg havi ikki skil á makreli. Eg haldi bara, at tað ljóðar løgið, at eini 24 tinglimir, umframt løgmann sjálvan og vinnumálaráðharran ynskja uppboðssølu av makreli, men at tað opinbart er ein demokratisk deyðsynd at atkvøða fyri einari uppboðssølu. Hetta er opinbart demokrati, ið allari sínari prakt.
Well, eg veit eitt sindur um demokrati, og sum ein føroyingur við áhuga í demokrati, kenni eg tíanverri eisini nógv til minniluta diktatur. Men makrel havi, eg sum sagt ikki skil fyri, bert hatur. Tí eri eg neyvan tann mest objektivi, tá tað kemur til makrel.
Haturið og andstygdin stavar frá einum gerandismorgni í 1994. Eg sat við kassan í Netto á Ølandsgade á Amager í Keypmannahavn. Klokkan var 8, vit høvdu júst latið dyrnar upp. Inn tustu teir vanligu tystu bumsarnir at keypa sær sína morgunkenning: nakrar Bjørne Bryg og eina fløsku av kirsuberjavíni (Kirsuberjavín, var tann drykkurin, ið hevði hægst alkoholprosent pr. kr.).
Eitt av teimum skitnastu og mest illa luktandi ólukkudýrunum var opinbart ikki bara tystur, men eisini svangur hendan morgunin. Hann hevði fingið sær fatur á einari dós av makreli í tomat, og í bíðirøðini hevði hann fingið dósina upp. Har var eingin gaffil, so fingrar og fullskegg var eitt stórt makrelhelviti. Tað luktaði forferdiligt: hetta skitna, illaluktandi menniskja, innsmurt í makrel og tomatsós . Hann royndi at geva mær svansuttu makreldósina at skanna.
Eg takkaði klíggjandi nei, og segði, at eg dugdi prísin, men tók móti nøkrum klepruttum myntum fyri Kirsuberjavín og makrel.
Hesa sjón og hendan luktin havi eg enn við mær, hvørja ferð eg síggi makrel í tomat, tað er ólekkurt, og eg hati tað, eg hati makrel.
Mær dámar tó Makrel, sum var ein fínur rokkbólkur, men tað er ein heilt onnur søga.
Lat tað vera sagt enn einaferð, eg havi ikki skil uppá makrel. Men eg havi skil fyri journalistikki. Tí undrar tað meg, at løgmaður slapp so lætt, tá hann í Kringvarpinum hótti Miðflokkin við útihýsan úr samgonguni, samstundis, sum hansara egni floksfelagi atkvøddi við Miðflokkinum. Løgmaður er ikki kendur, sum tann stóri retorikkarin, men hann snúraði útvarpsmannin um lítlafingurin í hasari samrøðuni á nátturða í kvøld.