Lítli eg og La Sagrada Família

Liggi í sofuni við krími og lurti eftir Rás 2 í Barcelona. Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett hava júst vitjað La Sagrada Família, fantastisku kirkjuna hjá Antoni Gaudí, ið enn er í ger.

 

Eg minnist væl, tá eg í 1991 vitjaði hetta fantastiska bygningsverk, ongantíð havi eg kent meg so lítlan í tíðini.

 

At standa har og vita, at man hevði arbeitt uppá hesa kirkjuna síðan 1882, (91 ár áðrenn eg varð føddur) og at man neyvan fór at vera liðugur við hana fyrr enn um góð hundra ár, tá eg væntandi ikki livdi longur. Tá merkir man veruliga hvussu lítil man er í tíðini.

 

At uppliva, at ganga inni í gomlum slitnum tornum, ið høvdu staðið í eina øld, meðan gulir kranar arbeiða uppá grannatornið, at vita at ein arkitektur hevði teknað alt hetta, vælvitandi, at hann ongantíð fór at síggja úrslitið. Hetta var ein stór uppliving fyri lítla meg. Skilji á lagnum, at man noyðist aftur til Barcelona onkuntíð. Kanska næstu ferð Chelsea fer har at vinna á Barcelona.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.