Tá minnini brenna niður

Eg gjørdist ikki sørt kløkkur, tá eg sá omanfyristandandi mynd á Tórsportalinum, hetta var ikki bert tí, at eldur var í einum søguligum bygningi mitt í tí grannalagnum, har okkara mentanarsøga er ríkast, men eisini tí, at mítt forhold til hetta neystið er heilt serligt.

 

Hetta var holan hjá okkum mitt í 80’unum. Vit sluppu inn millum nakrar brotnar fjalir, og høvdu innrætta eitt stað uppi á loftinum, har vit kundu sita ósædd og hugna okkum. Tað var har vit hingu út, royktu sigarettir, mussaðust við gentum, fingu fyrstu kenningina, løgdu ætlanir um grafitti og skaptu nýggj vinaløg. Tað var her eg hitti Eyðfinn, Jan, Arnfríð, Pætur, Kristian Ludvík og eina røð av gentum, ið eg enn minnist andlitið á, hóast nøvnini eru horvin.

 

Ein dagin vit komu til neystið vóru brotnu fjalarnar skiftar út, og ein strangur vaksin boðaði okkum frá, at vit ikki sluppu at vera har longur. Vit vóru ill, og umhugsaðu uppreistur. Men har var ikki so nógv at gera, so vit endaðu aftur úti á Havnargøtum, har vit gingu oman og niðan í regninum.

 

Eg havi onga hóming av, hvussu leingið vit hildu til í Neystinum, men minnini um tíðina har eru mær enn dýrabær.

 

Tað er tí við sorgblídni, at eg síggi myndirnar av niðurbrenda neystinum. Meðan eg sjálvandi fegnist um, at skaðin ikki var størri og at eldurin ikki slapp at spjaða seg, so er okkara neyst ikki longur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *