Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.
Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint áðrenn kl. 1, men við einum Veronicuformaðum holi í skránni beint eftir klokkan 22, vórðu teir fluttir at spæla tá, samstundis valdi váta veðrið at torna um sama mundið, sum Kapten Rød fór á pallin, so lagið varð beinanvegin gott á Gøtusandi.
Kapten rød er ein høgur, klænur, reyðhærdur rappari í baseballkeppi, sum dansar og spraklar við sínum longu limum. Við sær hevur hann eitt live reggae orkestur, við trummum, bassi, gittara, slagverki og keyboardum, ið veruliga spældu tónleikin, og sum tyktust sera tendraðir. Sum Kapten sjálvur segði, so er hetta ordiligur tónleikur ikki nakað playback.
Sveittandi bassurin dryppaði av sex, og á sandinum var lætt at gloyma, at man var í køldu mjørkakløddu Føroyum. Hesin ummælarin tók konsekvensin og valdi at fara heilt fram í pittin framman fyri pallin, og dansaði í góðum selskapi til Kaptenin og hansara menn.
Sum ein skipari stýrdi Kapten Rød fjøldini, og hóast hansara svenska var tosað ov títt og óskilligt, til at tey meira rúsaðu í fjøldini skiltu hvønn staklut, so vóru hondsignalini nóg greið, til at tað var lætt at vita, nær man skuldi rópa, veipa, hoppa ella bara dansa. Sjálv tey fylstu skiltu tað, tá hann rópti: Høppa, høppa, høppa, og vit hoppaðu øll í pittinum.
Kapten Rød prátaði við okkum alla tíðina, var ein løta í millum løgini ella pausa í tónleikinum prátaði hann, hann kastaði um seg við klisjeum, um ikki at berjast, og um at ansa eftir hvør øðrum, ið kanska betur hóska seg til stórbýin, enn til ein festival í Syðrugøtu. Men tann sjarmerandi svenska røddin gjørdi, at tað ikki bleiv pínligt.
Eitt av løgunum ognaði Kapten Rød til svensku reggaestjørnuna Jr. Eric, ið doyði eftir eitt knallertóhapp í Thailandi fyri nøkrum árum síðan, við boðunum um, at vit skuldu liva ekstra nógv til minnis um Jr. Eric, og á Gøtusandi helt beach party á.
Tá man upplivur ein bólk við so stórari spælgleði, so smittar tað, og groovandi tónleikurin lyfti lagið á sandinum og vit dansaðu. Eg kenni als ikki Kapten Rød áðrenn hetta, og fari neyvan at keypa nakra fløgu við teimum, neyvan heldur fari eg at leita eftir teimum á Spotify ella á Youtube, men hesa løtuna á Gøtusandi tyktist tað rættuliga fullkomið.