Sum ein góður koppur av te smakkar væl. Altso ein ordiligur ein, ikki ein, ið er gjørdur við teposum, men ein har man brúkar sílu og leys tebløð.
Eg eri stórnjótari av te. Eg drekki hvønn dag liturvís av te, ofta gjørt á skjótasta hátt, teposar av slagnum Typhoo ella Tetley í eina termokannu, vatn omaná og so drekki eg alla kannuna – við mjólk útí sjálvandi, ordiligar drekkamunnar.
Á arbeiðinum havi eg eitt Chelseakrúss, ið tekur umleið ein hálvan litur. Tað er so deiligt. Eg eri heilt givin at drekka kaffi til arbeiðis, plagdi at drekka fleiri litrar av kaffi, men tað er ikki super fyri magan, so tað gavst eg við. So nú er tað te eisini tá eg eri til arbeiðis.
Eg havi drukkið drekkamunnar, síðan eg var smádrongur, fyrstu árini lunkaðar við sukuri í, men sum tannáringur droppaði eg sukurið, og drakk te við mjólk. Við árunum gjørdist te’ið heitari og mjólkin minni, og nú er ein deiliga heitur drekkamunnur nakað av tí besta eg fái.
Mær dámar best svart te. Frukt te, blómu te, grønt te, hvítt te og urta te siga mær ikki nakað serligt. Tí var eg ikki sørt illa við, tá eg kom til hús undir Kongavarða sunnukvøldið. Eg og ekskonan skiftast at búgva her saman við synunum. Men eg kom heim til eitt hús, har eingir teposar vóru. Eg fór at leita í skápum og skuffum, men fann ongar teposar yvirhøvur, jú gamaní okkurt fruktsvans, men einki ordiligt. Tað var um reppið, at eg ringdi at skelda Barbaru, men lat vera fyri friðs skuld.
Aftast í einum skápi fann eg nakrar posar av leysum te, har var urta te, hvítt te, jóla te og kvæde te. Eg visti, at mær ikki dámdi nakað av hinum, so eg valdi kvæde te. Tað var ok, men eg hugsaði at eg mátti fara at keypa mær teposar dagin eftir. Hetta gloymdi eg sjálvandi, og aftur dagin eftir gloymdi eg tað. So tá eg mikudag endiliga kom framvið tehyllunum í Miklagarði, so mundi eg ikki fingið afturhald.
450 teposar av slagnum Tetley og so posar við leysum Ceylon og vistfrøðiligum Earl Grey vóru endaliga úrslitið, hóast fleiri aðrir pakkar lógu í vogninum tað einu løtuna.
So nú siti eg her, við einum dampandi heitum krússi av Ceylon te, bryggja í sílu og varnist aftur, hvussu gott te kann smakka, bara man brúkar eitt lítið vet av kærleika til at bryggja tað.
Eg elski te!