Eager2Please sangarin Dagfinn Joensen kom á Summarfestivalin við sínum danska bólki harða rokkbólkinum Fate.
Hóast Fate varð stovnaður í 1984, hevur bólkurin ongantíð áður vitjað í Føroyum. Men nú oddamaðurin er føroyingur, hevði Summarfestivalurin biðið bólkin koma hendan vegin.
Nokkso fitt av fólki var komið saman í Flagstjaldið, og vaksandi mannamúgvan slapp at uppliva klassiskan harðan rokk, sum man spældi hann í 80’unum, av einum bólki, ið hevur skrivað tónleik líka síðan í 80’unum. Men mest av øllum upplivdu vit ein hart rokkandi bólk, við dugnaligum tónleikarum, stórari spæligleði og einum knasandi góðum sangara.
Frálíkur sangari
Dagfinn Joensen hevur arbeitt miðvíst við sangi seinastu árini, og tað hoyrist aftur, røddin er fyldigari, kraftigari enn hon var áður og sjálvt á høgu tónunum sang hann púra reint. Tað var ein frægd at hoyra ein so góðan sangara, tí tónleikurin hjá Fate krevur nógv av sangaranum. Fate er upprunaliga sprottin úr danska bólkinum Mercyful Fate, og tað var ikki frítt, at sangurin hjá Dagfinn í støðum leiddi tankarnar til Mercyful Fate oddamannin King Diamond.
Original gubben
Bassleikarin Peter Steincke er einasti uppruna limurin, ið er eftir í Fate. Tær nýtist ikki at hyggja leingið at honum, fyri at skilja hví hann er hildin fram við bólkinum, hóast nógvar broytingar hava verið yvir árini. Maðurin osar av spæligleði, meðan hann hálvrennur kring pallin við sínum bassi og langa ívna gráa hári. Dagfinn greiddi okkum frá, at sviar rópa Steincke fyri Original gubben.
Tíðarlummin hjá Fate
Tónleikurin hjá Fate var annars domineraður av høgu sangrøddini hjá Dagfinn og fresandi gittarinum, ið Torben Evenvoldsen spælir so sannførandi. Hetta var akkurát fyri, og hóast tað tykist, sum Fate hava livað í einum tíðarlumma seinastu 25 árini, so er hetta ein gjøgnumførdur tíðarlummi. Tí Dagfinn og hinir fingu gott tak í okkum, og rokkaðu FLAGS- tjaldið.
Nýtt og gott gamalt
Henda Fate manningin hevur herfyri givið fløguna Ghost From The Past út, og skráin var sett saman av løgum av henni og hinum fimm útgávunum, ið Fate hevur latið úr hondum. Vit upplivdu klassisk Fate løg, sum Lovers og I Can’t Stand Losing You og milt sagt undarliga lagið Beneath Da’ Coconuts. Men bestu móttøkuna fingu tó løgini av nýggju Fate útgávuni, har serliga “Children of the Night”, ið hevur verið nógv at hoyra í útvarpi seinastu tíðina, fall í góða jørð. Hóast lagið ivaleyst kann kappast um heiðurin, sum mest klisjefylta tónleikaverk nakrantíð, so riggaði tað í hesum sambandinum. Eisini lagið Daddy’s Girl, av nýggju fløguni sat øgiliga væl.
Samanumtikið var konsertin ein ferð inn í tíðarlumman, har Fate býr og livur, og henda ferðin var fínasta slag.