Plagi bara at skriva her, tá eg havi okkurt uppá hjarta, og tað havi eg nú. Hesaferð er tað tó hvørki væl umhugsað, politiskt, hvast ella nakað annað, tað er poppur og fullkomiliga spontant.
Eg havi júst sæð sjónbandalagið hjá dreingjabólkinum All In til lagið Vanja. Eg má siga, hetta er so framúrskarandi stuttligt, at eg illa fái latið vera við at flenna nóg leingi til at skriva hetta her.
Umframt at lagið er so ræðuliga fangandi, og útgávan hjá All In veruliga vísir hvørjar poppkvalitetir lagið hjá Jákupi Eli hevur, so er hendan videoin so væl gjørd, at men nærum hevur hug at rópa halleluja. Her eru klisjeir og lekkurheit og alt sum skal til, tá eitt boyband ger eitt sjónbandalag. Til lukku dreingir, flott arbeiði, og tit sum ikki hava sæð tað, hyggið her: