Klemma eitt fólkafloksfólk

Í politikki er einki rætt ella skeivt! Tað snýr seg í stóran mun um sjónarhorn.  Tí er tað, sum so einki undarligt í, at ein skilamaður,  sum eg atkvøddi fyri Fólkaflokkinum, fyrstu ferð eg var á val.

 

Vinstra og høgra snýr seg um sjónarmiðið. Um vit skulu seta tað upp heilt einfalt,  so velja tey vinstravendu at taka útgongustøðið í, at menniskjan er góð og arbeiðssom. At vit, við at stiðja og stuðla hvør øðrum, skapa eitt jaligt samfelag til gagns fyri okkum øll. At vit øll í veruleikanum ynskja at skapa eitt gott samfelag ikki bara fyri okkum,  men eisini fyri næstan.

 

Høgra síða snýr seg um tað umvenda,  at taka støðið í tí myrku og óndu síðuni á menniskjanum. Tað er mest týdningarmikið, at vit tryggja okkum ímóti, at eingin snýtir okkum, og at vit menniskju gera so einki uttan so, at vit fáa okkurt afturfyri. Við hesum sjónarhorninum verður tað eisini skjótt legitimt at snýta hini, tí tey høvdu gjørt tað sama við teg.

 

Sum sagt, atkvøddi eg fyri Fólkaflokkinum fyrstu ferð eg var á val. Tí skilji eg væl, hví fólkafloksfólk velja, sum tey velja.

Skal eg rannsaka meg sjálvan, hví eg valdi, sum eg valdi, so haldi eg, at hetta hevur við barndómin at gera. Eg bleiv illa happaður og kendi alt ov væl myrku síðuna á menniskjanum. Tað var ikki fyrr enn eg bleiv eldri og fekk góðar vinir, at eg sá ljósið. Eg meti høvuðsorsøkina vera, at eg fekk meira kærleika í lívið.

 

Eg veit væl, at eg íáðni segði, at tað ikki var nakað rætt ella skeivt í politikki,  men samstundis er eingin ivi um, at eitt samfelag bygt á jalig virði er at fyritrekkja framum eitt, sum er bygt á ræðsluna fyri, at onkur kanska snýtir okkum.

 

Tí haldi eg, at vit vinstrahallu eiga at gera okkara part fyri at vit fáa eitt meira  jaligt samfelag.  Vit vita øll, at størsta hóttanin móti jaligheitini er Fólkaflokkurin.  Tí er tað okkara ábyrgd at frelsa fólkafloksfólki frá neiligheitini. Hetta gerst einans við kærleika.  Tí skal mín áheitan á tykkum samsintu vera, at tit klemma eitt fólkafloksfólk – ikki bara í dag, men hvønn dag!

One thought on “Klemma eitt fólkafloksfólk”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *