Nýggjasta fløgan hjá Høgna Lisberg er ein so behagilig uppliving, at eg bara havi hug at hoyra hana umaftur og umaftur. Enn eitt meistaraverk frá dámliga clickhazinum, ið blívur við at seta eitt hægri støði fyri føroyskan tónleik.
Tað fór ongantíð at vera nemt hjá Høgna Lisberg at fylgja frálíku Haré Haré upp. Tann fløgan er ein tann besta føroyska útgávan nakrantíð, og flutti Høgna frá at vera eitt lovandi og spennandi listafólk, til eitt av okkara allar fremstu tónleikanøvnum.
Men við Con Man hevur Høgni livað upp til allar vónirnar og hevur skapt eitt frálíkt verk, ið er so einastandandi gott. Her eru brágóð løg, sum tittullagið Con Man, lívliga Who’s Gonna Save You Now, The System og Tip Of The Iceberg og so onnur løg, sum vinna við tíðini. Øll halda tey enn eftir nógvar gjøgnumlurtingar, og talan er í hesum førinum veruliga um nógvar gjøgnumlurtingar.
Á hesari fløguni heldur Høgni fram við samstarvinum við framleiðaran James Thomas, ið hann eisini samstarvaði við á Haré Haré, og eins og á Haré Haré eru tað eisini teir báðir, ið spæla øll ljóðføri. Eitt lítið undantak er tó, celloin á lagnum Rats, ið Andreas Restorff spælir.
Talan er um tveir so fantastiska musikalskar menn, ið tykjast at hava funnið eina felags visjón. Tá hendan visjón er somikið fantastisk, er tað ivaleyst ein fyrimunur, at teir eisini standa fyri at fremja hana í verki. Hvør tóni og hvørt slag tykjast at vera fullkomiliga, soleiðis sum tað helst skal vera.
Con Man er fjølbroytt, tónleikurin skiftur millum tey friðarligu løgini, tey ráu rokkløgini og okkurt, sum er mitt ímillum. Hetta er ikki líka funky, sum Haré Haré var, men tónleikurin akkurát líka nógv drivin av rútmu. Um tað er bakgrundin hjá Høgna sum trummari, ið spælir inn, veit eg ikki. Men tónleikurin hjá honum er øgiliga rútmiskur, kanska ein løgin útsøgn, men tú verður nærum fysiskt drigin gjøgnum løgini, óansæð um talan er um ótrúliga vakra lagið Under Streetlights, næstan soulkenda The System ella tey ágangandi Con Man og Who’s Gonna Save You Now.
Hóast fløgan er øgiliga fjøbroytt, hongur hon sera væl saman og ljóðar sum ein heild. Næstan øll løgini standa sera sterk, og skal man tosa um hæddarpunkt, so hevur man skjótt gjørt ein lista við 8 av teimum 10 løgunum. Hóast eg eftir einar 20-25 gjøgnumlurtingar royni at velja ímillum Con Man, Who’s Gonna Save You Now, The System, Under Streetlights, Tip of the Iceberg, Rats og Here We Go Again, ja, sjálvt ófrættakenda Flags & Bagpipes, ið sum so er meira ein ljóðmynd enn eitt lag, so finni eg ikki yndislagið, tí tey øll eru so góð. Einastu løgini, ið onkursvegna ikki eru heilt líka sterk, eru tey bæði sera friðarligu Long Walk og Sea of Mercy, ið tó bæði eru vøkur løg.
The Con Man er uttan iva ein tann besta útgávan eg havi ummælt í mínari tíð, sum ummælari.