At spara eftir reyv

Eitt tað besta heimaráðið eg havi fingið, fekk eg frá einari kvívíkskonu fyri rættiliga nógvum árum síðan. Tað er ikki at spara pening uppá vesipapír, heldur at keypa dýrt, bleytt og vælsúgvandi vesipapír enn tað bíliga, tunna og hvassa papírið, ið kostar nakað minni.

 

Bíligt vesipapír er ofta hvast og fer illa við rumpuni.

Logikkurin er, at ein glað rumpa er við til at skapa ein glaðan kropp, og tað gevur størri lívsgóðsku, meðan ein slitin og eym rumpa er við til at skapa órógv í øllum kroppinum, og tað gevur minni lívsgóðsku. Ella við øðrum orðum, reyvaskriði er ikki superfeitt fyri nakað sum helst.

 

Harafturat er tað reint økonomiskt ikki so galið, sum tað kann tykjast, tá rullurnar standa lið um lið á hyllunum í handlinum. Tí tær nýtist heilt einfalt ikki at turka tær líka ofta, tá tú brúkar papír við størri súgvimegi, og sostatt eru dýru rullurnar drúgvari enn tær bíligu.

 

Helt at eg skuldi deila hesi heimaráðini við tykkum hendan sunnudagin í september, nú byrja oktoberfestir, jólaborðhald og annað at dukka upp nærum hvørt vikuskifti. Tá hevur tað týdning, at hugsað verður um, at alt hetta, ið vit eta, skal út aftur, og kunnu hesi ráð vera góð at hava við sær.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *