Nú mugu tit altso gevast, tykkara apukattar!

Fyrrapart fríggjadagin 3. august savnaðist føroyska tjóðin framman fyri sjónvørpunum, okkara ítróttarligi stoltleiki varð konsentreraður í hesari løtuni, tá Pál Joensen endiliga skuldi svimja 1.500 metrar í OL í London. Skuffilsi var øgiligt, tá okkara vón ikki megnaði at koma í finaluna, ið hann hevði arbeitt so hart fyri at koma í. Øll tjóðin føldi við dámliga og ófatiliga gávuríka ítróttarmanninum úr Vági.

 

Javel, Pál vann ikki gull í OL, men hann vinnur næstu ferð, ella HM ella okkurt annað, í øllum førum er hann ein góður sendimaður fyri Føroyar. Pál er heilt serligur, men hann er eisini eitt úrslit av málrættaðari venjing og arbeiði hjá ikki bara Pál, men eisini teimum, ið hava vant hann frá barnaárunum og fram til í dag, tí talent er ikki nóg mikið, karmar og hart arbeiði skal eisini til.

 

Sama dag sum vit feldu tár saman við Páli, kunngjørdi heimsins størsti tungmálmsfestivalur, at heimsins besti nýggi tungmálmsbólkur var føroyski Hamferð, og vit kundu turka tárini um Pál burt, og fegnast um hesar okkara mentarligu sendimenn, ið umboðaðu Føroyar so væl.

 

Enn einaferð vóru føroysk mentanarfólk góð umboð fyri Føroyar, eins og vit áður hava upplivað Eivør, Týr, Teit, William Heinesen, Trónd Patursson og Guðrun & Guðrun verið frammanundan.

 

Kendi nation branding serfrøðingurin Simon Anholt peikaði júst á okkara sendifólk, Faces of the Faroes, og at vit skuldu brúka tey, sum okkara livandi lýsingaskelti fyri føroyskari ferðavinnu og fyri Føroyum sum heild.

 

Nú verður nógv tosað um 50 metur hyl, so okkara svimjitalentir skulu fáa best møguligar umstøður, soleiðis at Pál og hansara føroysku kappingarneytar og kollegair, kunnu halda áfram at vera okkara sendifólk í útheiminum. Hetta er gott at hoyra og tykist sum ein skilagóð íløga, sum marknaðarføring fyri Føroyar.

 

Eisini kundu vit fegnast um, at Vinnumálaráðið hevur hækkað játtanina til Ferðaráðið, og eina løtu helt eg, at vit høvdu seriøsar politikarar aftur. Á vinnudegnum hoyrdi eg enntá Vinnumálaráðharran hugleiða jaliga um arbeiðið hjá Anholt. Ja, tað sá ikki heilt galið út, tá eg fór av landinum mánadagin.

 

Men harra mín jesekrist altso, eg var ikki meira enn farin úr føroyskum luftrúmið, so lesi eg á Facebook, at Mentamálaráðið nú skal skerja mentanarstuðulin, og sostatt vera møguleikarnir hjá okkara føroysku mentanarligu sendifólkum skorðnar.

 

Ikki tí, at mentanarstuðulin er so øgiliga stórur, men hann spælir ein leiklut, og gevur okkara listafólkum eitt sindur betri umstøður at virka, hann er við til mentanarliga tjóðarbygging.

 

Generellar sparingar eru offisiella orsøkin, men tað krevur ikki eina doktaragrad at skilja, at her er talan um revsitiltøk móti teimum, ið hava tala at móti stjórnini. Listafólk hava spælt ein stóran leiklut í mótmælunum móti ABDH samgonguni, og nú fáa tey smekk, eins og Landsbankin og Hagstovan hava fingið frammanundan.

 

Well, hetta gongur ikki longur Kaj Leo, vit liva í Norðurlondum, og tílík italienskt inspirera stjórnan verður ikki góðtikin her. Pakkið tykkara pakkanelikar og farið úr tykkara skrivstovum, leggið frá tykkum ongantíð ov skjótt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *