Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík
Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.
Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað Rasmus í Makrel, ið fekk heiðurin. Hóast aðrir gittarleikarar vóru meira royndir og betri fyri tekniskt, so fall valið á Rasmus. Uttan iva tí, at hansara inniligi og egni stílur, gjørdi hann til ein tann mest spennandi instrumentalistin, ið vit hava upplivað í Føroyum. Eg varð so glaður, tí tað vísti, at føroyski tónleikaheimurin endiliga virdi listarliga virðið hægri enn tekniska handverkið.
Nú eg sjey og eitt hálvt ár seinni fekk deyðsboðini, um Rasmus, so kendust tey onkursvegna ikki óvæntaði. Tí líka so stórt sum listafólki Rasmus Rasmussen var, líka torført skuldi lív hansara gerast.
Fyrsta reaktiónin, tá okkara felagsvinmaður Heri ringdi við deyðsboðunum, var illsinni inn á sálarsjúkuna. Fuck, sum eg hati sálarsjúku! Sálarsjúka er so torfør fyri tey hon rakar. Hon tekur so nógv frá okkum, og nú hevur hon tikið Rasmus. Vit hava mist menniskja Rasmus, vinmannin Rasmus, myndlistamannin Rasmus, tónlistamannin Rasmus, filmslistamannin Rasmus og tit hansara næstu hava mist tykkara Rasmus. Tað kennist ikki rættvíst, tað er ikki rættvíst!
Rasmus var eitt inniligt menniskja, intensur og eldhugaður, ivaleyst spældi sálin, ið var so sjúk, ein eins stóran leiklut í tí jaliga sum tí neiliga í lívinum hjá Rasmusi. Tí tann besta listin, ið hann skapti var sorgblíð. Eg havi havt øgiliga stóra gleði av vakra tónleikinum hjá Rasmusi, ið hevur ríkað mítt lív. Eisini hava filmklippini, ið hann var farin at gera, verið sera vøkur og musikalsk, og lukkutíð liggur nógv eftir hann bæði av filmi og tónleiki.
Eg havi í dag, eins og ofta áður sitið og lurta og hugt eftir klippum hjá Rasmusi á Youtube. Allur hesin sorgblíði vakurleikin var næstan ikki til at halda út, tá man er so keddur, sum eg eri í dag. T.d. hetta klippið, ið hann hevur tikið upp í plantasjuni, har hann eisini varð funnin í morgun.
Eg veit bert, at í leitanini og longslinum eftir vakurleikanum, hevur Rasmus skapt nógv ótrúliga vakurt. Hetta liggur eftir, eins og góðu minnini.
Lívið fór ikki væl við Rasmusi, og sjúkuna lýsir hann so øgiliga væl í hesum klippinum um sálarsjúku:
Í stríðnum fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, hevur eingin einstaklingur átt ein størri leiklut enn Rasmus. Hetta var ein dýrur prísur, sum Rasmus rindaði. Men álopið á hann fekk ótrúliga nógvar føroyingar at savnast í mótstøðuni móti homofobi.
Sum mamma mín so væl segði í kvøld, tá vit tosaðu um Rasmus: “Hví kunnu fólk ikki bara lata onnur liva í frið?” Júst hetta var spurningurin hjá einum meiriluta av føroyingum eftir álopið. Hetta gjørdi ikki bert, at vit fingu 266b samtykta, men var eisini við til at skapa eina fólkarørslu, ið náddi sítt hæddarpunkt higartil, tá 10% av føroyingum gingu skrúgongu fyri rættindunum hjá teimum samkyndu fyrr í summar. Enn eru vit ikki komin á mál, men tað gongur rætta leið.
Rasmus vinurin, seinastu ferð eg sá teg, var tá eg kom tuskandi framvið Smiðjuni í Lítluvík, og tú vart í ferð við at koyra síðstu málningarnar inn í hýruvognin. Eg var tíanverri ov seinur at síggja framsýningina. Men fittur, sum tú vart, so sendi tú mær eina leinkju til eitt youtubeklipp av framsýningini:
Hetta vísir, at eisini í myndlistini hevði tú nógv at bjóða. Takk fyri at tú vart til, takk fyri, at eg slapp at kenna teg, hesa stuttu løtuna tú vart her. Eg havi bara orð at bjóða tær, og tað kennist onkursvegna lekjandi at skriva sorgina, tí fært tú hesi minningarorðini.
Góðu tit, ið stóðu Rasmusi nær, mínir tankar eru hjá tykkum.
Hvíl í friði vinurin, frælsið hevur tú í øllum førum nú.
One thought on “Tá ein gandakallur doyr”