Hvat siga tit sum stýra í Havnini í dag?

Las júst á Facebook vanganum hjá Føroya Løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen eitt áhugavert kjak, ið snúði seg um dagføringina av lønunum hjá Landsstýrisfólki. Men eg stúrsaði við, tá løgmaður legði í krovið á býráðssamgonguni í Havn. Tí havi eg hug at spyrja umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, um hvat tey halda um, at løgmaður gevur teimum skuldina fyri truplu støðuna hjá eldri havnarborgarum.

 

Magnus Hansen spyr Løgmann, ið undrast á, at fólk eru ill um hansara ynski um at broyta sína egnu løn.

Magnus Hansen: “Fjøldin er býtt”, segði ein klókur maður, men ikki er føroyska fjøldin býttari enn so, at hon skilir, at tín ætlan er at legalisera/kamuflera koyripening og pensiónir gjøgnum lønina. Hvat við at hyggja eftir lønum/samsýninum hjá teimum, ið spara landinum milliónir um árið við at ansa eldri óhjálpnum (tí at tykkara politikkur ikki virðir okkara gomlu so frægt, at tit hava eitt stað til tey á lívskvøldinum á ellis- ella røktarheimi – 24 tíma arbeiði um samdøgrið fyri lúsa 10.400 kr um mánaðin, áðrenn flatskatt)???

Kaj Leo Holm Johannesen: Hava bygt eldraøkið út fyri 100 tals mió seinastu árini v Kaj Leo

Magnus Hansen: Hví mangla so útvið 400 pláss í Tórshavn -tey á Boðanesheiminum ikki íroknað???

Kaj Leo Holm Johannesen: Tí kommunan hevur ikki raðfest, tað hava hinar kommunurnar í landinum v Kaj Leo

 

Eg stillaði upp til síðsta val, varð ikki valdur inn, hóast eg havi skaffa fleiri atkvøður til verandi býráðssamgongu, enn fleiri av teimum, ið sita inni í býráðnum. Tí harmar tað meg, at tað opinbart sambært løgmanni er hendan samgongan, ið hevur skuldina í, at okkara gomlu hava tað so ringt. Eg skilji eisini, at øll val eru frával, og at tað at skaffa 400 pláss til tey eldru, hevði kostað størsta partin av íløgukarminum hjá Tórshavnar kommunu. Men tá løgmaður sigur, at hinar kommurnar hava raðfest tey eldru, men bert Tórshavn hevur raðfest øðrvísið, so átti man nokk at kunna raðfest øðrvísið her.

 

Eg var annars av teirri fatan, at eldraøkið ikki var eitt kommunalt mál. Men her fari eg nokk skeivur, men eg spyrji, tey sum umboða meg og mínar veljarar í býráðssamgonguni í løtuni: Er ákæran hjá løgmanni røtt?

 

One thought on “Hvat siga tit sum stýra í Havnini í dag?”

Leave a Reply

Your email address will not be published.