Sunleif hevur sku rætt

Eg sá eina áheitan, hjá Sunleifi Rasmussen á onkrari blaðforsíðu fríggjadagin, ivaleyst var tað Dimmuni. Hann heitti á listafólkini um at boykotta landsstýrið. Eg hevði ikki stundir at steðga á, so tað var ikki fyrr enn í kvøld, at eg las sjálva viðmerkingina hjá Sunleifi. Hon kann millum annað lesast her á Listinblog.

 

Hann vísir á hvussu lítið sitandi landsstýri virðir listina, og hvussu hetta ger, tað so lætt hjá teimum at skerja mentanargrunnin við 20%. Hann kemur so við sínari víðgongdu áheitan:

 

Vil tí heita á allar mínar starvsfelagar, um ikki at luttaka sum bringuprýði hjá almenna myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okkum sømdir, ið vit hava uppiborið!

Myndugleikarnir mugu fáast at skilja, at ein íløga í listina er ein íløga í fólkið, landið og framtíðina!

 

Hóast eitt tílíkt boykott merkir, eingi føroysk mentanarinnsløg til eitt nú døgurðar fyri drotning og øðrum útlendskum gestum, umframt eingi føroysk mentanarinnsløg á tiltøkum hjá landsstýrinum uttanlands. So er hetta ein skilagóð áheitan, ið skyldmaður mín kemur við.

 

Ógvisliga skerjingin av játtanini hjá Mentanargrunninum er eitt tekin um, at verandi Landsstýri ikki metur mentan hava stórvegis týdning, og tí er neyðugt, at vit vísa teimum, tað virðið, ið mentan hevur. Vit hava øll upplivað kvalmandi gleðina og stoltleikan, ið okkara politikkarar vísa, tá okkara mentanarfólk klára seg væl uttanlands, ella hava onkra heilt serliga framførslu, ið bergtekur útlendskar gestir. Men tey vísa nú, at tey halda, hetta vera okkurt, ið man kann taka fyri givið.

 

Sunleif hevur rætt, einasti máti at fáa tey at skilja, er við at taka mentanina frá teimum.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *