Lippukassin – Framtíðin rokkaði á Margarinfabrikkini

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og spennandi.

Upplivingarnar vóru nógvar, heilt frá punki frá gentubólkinum Fake it, Paradox og MTV aktuellu The Dreams, til nýggja Reggae bólkin 3 Colours. Svakligasta upplivingin var ivaleyst The Headliners, meðan The story ends… við sínum yvirgearaða gittarleikara, sum líktist einum ungum Angus Young(honum úr AC/DC), spældu sín heilt egna rokktónleik.

Les ummælið av nøkrum av teimum mest spennandi ungu tónleikanøvnunum á føroyskum palli í juli 2005

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Leave a Reply

Your email address will not be published.