Í sendingini Pressan, har altíð skilagóða Anna Ellingsgaard er vertur, luttók eg í dag í áhugaverdum kjaki við Martin Simonsen miðlafrøðing og blaðstjorarnar báðar Árna Gregersen og Eirik Lindenskov. Vit umrøddu blaðdeyðan, og eisini leiklutin hjá bløðunum í okkara demokratiska samfelag.
Eg haldi Árni Gregersen slóg seymin á heysin, tá hann vísti á, at miðilin sum so ikki er tað týdningarmiklasta, heldur eru tað redaktiónirnar, ið eru neyðugar fyri okkara samfelag. Øll kunnu gera sær ein miðil og sita í kjallaranum og fylla tilfar á hann. Tað sum er týdningarmikið er redaktionella viðgerin av málum.
Hoyr innslagið her