Paul Sullivan tók hópin av myndum á ferðini og ætlaði sær at skriva greinar um upplivingar sínar til fleiri ymiskar miðlar. (mynd: Niels Uni Dam)
Millum útlendsku gestirnar á AME var blað- og myndamaðurin Paul Sullivan, ið til dagligt búleikast í Týsklandi, men sum hevur heimin sum arbeiðspláss. Sullivan starvast sum free-lance blaðmaður hjá hópin av ymiskum tónleikabløðum og tónleikaheimasíðum. Hann segði við okkum, tá hann vitjaði í Føroyum, at hann fór at skriva fleiri ymiskar greinar frá tiltakinum til ymisk bløð, og nú er fyrsta ummælið av AME komið frá hansara hond á einum av hesum miðlum, tónleikaheimasíðuni drownedinsound.com.
Eivør trøllabant
Talan er um eitt størri ummæli av tiltakinum og av upplivingini av føroysku natúrini, ið Sullivan upplivdi sum sera vakra. Sum heild er ummælið sera jaligt. Serliga Eivør verður tikin fram, Sullivan skrivar:
“Dugnaligir, sum nógvir av bólkunum hetta vikuskiftið vóru, so kundi eingin veruliga sammetast við Eivør. Ílatin sum ein víkinga dervish kemur hon á pallin. Hon er sláandi vøkur, hevur eina sterka hjáveru á palli eftir nógvu konsertferðirnar og eina rødd í trøllabindur. Tað er torført at trúgva, at Eivør einans er 25 ár, soleiðis sum hon sveimar gjøgnum alt frá poppi, rokki, jassi, akkustiskum sangum og siðbundnum vísum. Tað munnu neyvan finnast meira natúrligar popp-stjørnur enn hetta.”