Prát um kynslív á kvinna.fo hevur vakt ans í Íslandi. Somikið nógvir íslendingar hava vitjað heimasíðuna, at talið av vitjandi í næst seinastu viku vaks við 95,5% sambært gallup.fo.
Íslendska heimasíðan b2.is, ið er eitt slag av leinkjusavni til stuttligar ella áhugaverdar heimasíður, við øðrum orðum ein íslendsk útgáva av nym.fo, hevur lagt leinkju á heimasíðu sína, til eitt kjak á kvinna.fo, har føroyskar kvinnur undir evnisheitinum “Tað aftara holið” kjakast um anal sex.
Les alla greinina, ið eg skrivaði í apríl 2007 um íslendska áhugan í føroyskum rumpisekskjaki her
Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum