Jólakalendarin 3. desember – dagsins gáva til tín

Kanska tann besti Wrestling dysturin nakrantíð var dysturin millum millum Ricky The Dragon Steamboat móti Randy The Macho Man Savage á Wrestlemania III í 1987. Nakað áðrenn dystin hevði The Macho Man bukað The Dragon av við einari ringklokku, somikið illa, at The Dragon ikki fekk barst í einar tveir mánaðir. Hetta hendi aftan á ein dyst um The Intercontinental Championship, har verandi meistari The Macho Man hevði vunnið á avbjóðaranum The Dragon, tá hesin bleiv taldur uttanfyri ringin.

Hetta er Wrestling, tá tað er best:

1. partur

Ricky Steamboat vs Randy Savage Wrestlemania III… by yiyi_marginal

 

2. partur

Ricky Steamboat vs Randy Savage Wrestlemania III… by yiyi_marginal

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Leave a Reply

Your email address will not be published.