Einaferð var tað eitt tjaldur, ið dámdi so øgiliga væl í Føroyum, at tann eina veturin avgjørdi tað, at í ár skuldi tað ikki flúgva suðureftir til heitaru londini, men vera verandi í Føroyum.
Sum tað leið út á heystið fóru allir hinir flytifuglarnir avstað, men tjaldrið bleiv verandi. Sum dagarnir og serliga næturnar gingu bleiv tað alsamt kaldari, og til síðst ein dag fyrst í desember var somikið kalt, at eisini tjaldrið noyddist at rýma.
Tað fleyg yvir hav, og inn yvir fastlandið, kuldin beit fast, og tað var tungt at flúgva í kavaroki og heglingi. Til síðst var tað so kalt, at lítli kroppurin frysti og tjaldrið datt niður á eina stóra ong. Har lá tað, fekk ikki rørt seg og kendi kuldan bíta fastari og fastari. Beint áðrenn tjaldrið gav upp anda, kom ein kúgv framvið og skeyt ein stóran vátan og heitan dunga av lorti beint á tjaldrið.
Fyrsta kenslan var vaml, skuldi tað veruliga enda sínar dagar í einum dunga av neytalorti? Men spakuliga byrjaði hiti at koma aftur í kroppin, heiti lorturin tiðnaði frystu veingirnar, og ein vón birtist aftur í lílta tjaldurshjartanum. Vónin og gleðin um hana gjørdist sterkari og tjaldrið byrjaði at láta í kæti.
Júst tá kom ein ketta framvið og hoyrdi klippini frá tjaldrinum í dunganum av lorti. Kettan byrjaði at grava í dunganum og varnaðist tjaldrið – hon gravaði tað leyst og át tað.
Hvat kunnu vit læra av hesum?
- Bara tí onkur skítur á teg, so merkir tað ikki, at viðkomandi er tín fíggindi
- Bara tí onkur hjálpur tær burturúr lortinum, so merkir tað ikki, at viðkomandi er tín vinur.
- Um tú hevur tað ok, sjálvt um tú ert í lorti uppum bæði oyru, so er frægast at halda kjaft.
Hendan søgan hekk á einari uppslagstalvu í onkrum skúla, ið eg fekk á. Hon er endurfortald nøkurlunda, sum eg minnist hana. Eg havi so tillaga hana til føroysk viðurskifti.
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.
Jólanissi