Føroysk útgáva av Call on me
Eitt av teimum stuttligaru innsløgunum á youtube, er eitt føroyskt sjónbandalag til Call on me. Fyrstu ferð eg varnaðist hetta var á vári í 2007. Nú næstan seks ár eftir hetta, er sjónbandalagið eitt tað mest eftirhugda føroyska klippið á Youtube við næstan 2 mió vísingum.
Sjónbandalagið, ið vísir ungar føroyskar menn í eggjandi aerobocis dansi í eini parodi uppá upprunaliga videolagið, har ungar damur gera tað sama. Sjónbandalagið er tikið upp í fimleikarhøllini í Studentaskúlanum, og hevur heitið Ítróttartímin.
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.