Takk tit vøkru menniskju

Heimurin er fullur av vøkrum menniskjum, ið ynskja hvør øðrum gott. Tað eru veruliga aðrar motivatiónskeldur til enn egin pengapungur. Tit sum ikki hava skilt tað, hava brúk fyri meira kærleika í tykkara lívi.

 

Hygg t.d. at Annlis Bjarkhamar, ið stríðist fyri at geva okkara verst stillaðu børnum eini hugnalig jól, og hygg at øllum teimum, ið velja at stuðla hesari søk, tey gera tað ikki fyri egnan vinning, men av kærleika, fyri at stuðla næstanum.

 

Eg var í dag í barnagarðinum hjá soninum og har kundi man  keypa bæði piparnøtur, piparkøkur og bomm, ið starvsfólki hevði gjørt við børnunum, og foreldur og børn vóru røsk at koyra myntir og seðlar niður í kakudósina, ið stóð frammi. Alt fer til “Í menniskjum góður tokki”, hetta er ein verkætlan, ið fær tað besta fram í fólki, tankin um, at tað eru børn í okkara landi, ið ikki hava ráð til eini ordilig jól er ikki til at bera, og tí stuðla vit tí, ung sum gomul.

 

Henda kensla er næstrakærleiki, og finst innast í okkum øllum. Tað er so upplyftandi at uppliva stóra næstrakærleikan. Hetta vísir, at alt misálitið á næstran og flatskattamuran, ið verandi samgonga roynir at vísa sum einasta veruleikan, er skeivt. Vit eru betur enn tað, og vit eiga at vísa, at vit eru betur enn tað.

 

Farið endiliga inn á takk.fo og stuðli okkara illa støddu børnum, man hitnar eitt vet um hjarta, tá man ger tað.

 

Tað skaðar ongantíð at lesa hesa greinina og gera, sum hon sigur, kanska bloytir tað eitt kalt hjarta í hesari jólatíð.

Leave a Reply

Your email address will not be published.