Tað er ikki oftari enn so, at vit á Nudlum koma við avdúkingum, men í morgun hava vit fingið fatur í ongum minni enn føroyskum paparazzi myndum av jólamanninum. Hvør hevur tikið myndirnar vita vit ikki, men tað virkar, sum um tað eru gentur, sum av tilvild eru komnar framat húsunum hjá jólamanninum.
Vit kenna øll jólamannin, sum hugnaliga hugnagubban, ið sigur ho ho ho og gevur børnum gávur, men á upptøkunum síggja vit endiliga hvat jólamaðurin ger, tá hann er púra einsamallur, hann rokkar for vilt. Sum sagt, so vita vit ikki hvør hevur tikið myndirnar, ella hvør hevur lagt tær á youtube, men vit skulu í øllum førum ikki liggja á teimum, so her er upptøkan: